Ósá: KÍ hevur avgjørt ein møguleika

(FM1) Hoyr ítróttarskrivaran, Jákup Ósá meta um víðari luttøkuna hjá KÍ í Europa League

##med2##

Áðrenn tað var greitt um KÍ skuldi møta Sheriff Tirsapol úr Moldova ella Dundalk úr Írlandi staðfesti Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum, at talan var um tvey lið sum ikki eiga at vera nógv meir enn miðalstøði so langt inni í kappingini.

Jákup Ósá staðfestir, at tað verður ein stór uppgáva hjá KÍ at vinna seg í bólkaspælið, men liðið er bjálvað til slíkar altjóða avbjóðingar, og eigur avgjørt at fara eftir møguleikanum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Jákup Ósá aftaná KÍ hevði vunnið seg í Europa League Play Off við einum knúsandi 6-1 sigri á Dinamo Tblisi. 

(KÍ víðari til Europa League Play Off: Jákup Ósá)