SÍ ikki ráð at tapa

Hóast tað eru heili sjey stig á muni á stigatalvuni, so verður tað alt annað enn ein lættur dystur hjá SÍ monnunum um vikuskiftið, tá Fleyr koma á vitjan í Sørvági

Bert ein dystur verður um vikuskiftið, og er tað brakið millum botn og odd, tá havnaliðið Fleyr fer til Sørvágs á vitjan. Skulu Sørvingar gera sær nakrar vónir um at vinna FM-heitið, og harvið greipuna, so er tað eitt ófrávíkiligt krav, at teir vinna heimadystin móti botnproppinum Fleyr.


Styrktir munandi

Tað verður tó ikki bara sum at siga tað. Hóast Fleyr var dragnað heilt nógv, so hevur liðið, síðan tað varð styrkt við trimum leikarum úr Fram, prógvað, at teir kunnu gera lívið súrt at liva hjá mótstøðumonnum sínum, og tað ætla teir sær ivaleyst aftur at gera hesaferð.


Vunnu seinastu uppgerð

Fyrsti dystur í seinnu hálvu av kappingini, tá Fleyr spældu ein av sínum fyrstu dystum við nýggja styrkinum, eydnaðist tað heldur óvæntað havnamonnum, at vinna móti SÍ. Úrslitið tá varð 3-2, og nærum sum eitt mynstur hevur hvør dystur, við bert einum undantaki, endað við einum javnbrótara, ið avgerandi fimta sett vanliga verður rópt.


Síðan hendan dystin í Havn, hevur tað ikki hilnast havnamonnunum eins væl, og hava teir verið óhepnir, ikki at hava fingið onkran sigur afturat, hálaðan niður í skjáttuna.


Dysturin um vikuskiftið hevur, orsakað av tøttu kappingini í oddinum, alstóran týdning fyri heimaliðið. Tí vinnur SÍ ikki, samstundis sum Mjølnir møguliga vinnur sínar írestandi dystir, ja so sær heilt væl út hjá klaksvíkingum úr Mjølni.


Dráttur skal døma

Hjá kvinnunum verður tað vágaliðið Dráttur, ið skal standa á síðulinjuni í dystunum um vikuskiftið, og har verður helst størsti spurningurin, um oddaliðini bæði, SÍ og ÍF megna at halda stimanum uppi.

ÍF vitjar í Kollafirði, og SÍ fær vitjan av TB. Aðrastaðni fær Mjølnir vitjan úr Havn, tá Fleyr koma á vitjan.



Dystirnar um vikuskiftið:


Hondbóltur


Atlantic Airways

Dagur Klokkan Dystur

02.03 16:00 Neistin-KÍF

02.03 16:00 StÍF-VÍF


Sunset

Dagur Klokkan Dystur

01.03 15:00 StÍF-VB

02.03 14:30 Neistin-VB

02.03 14:30 StÍF-VÍF


Flogbóltur


Meistaradeild, Kvinnur

Dagur Klokkan Dystur

02.03 14:00 KÍF-ÍF

02.03 14:00 Mjølnir-Fleyr

02.03 14:00 SÍ-TB


Meistaradeild, Menn

Dagur Klokkan Dystur

02.03 16:00 SÍ-Fleyr