Mansflogbóltur
SÍ er nú einasta liðið, sum hevur møguleikan at hótta ÍF á fremsta plássinum. Hetta stendur greitt, eftir at ÍF koppaði Mjølni á Kambsdali.
Fyri at halda fast um sín møguleika, skuldu sørvingar vinna útidystin á Fram, og ta uppgávuna loystu teir til reint UG.
Fyrsta settið var annars eitt av teimum, har marginalarnir vóru teir avgerandi, men tá alt kom til alt, fullu hesir til fyrimuns fyri gestirnir, og so tóku sørvingar av.
Við spæli, sum partvíst minti um tað, sum teir sýndu í steypafinaluni, sópaðu teir Fram av gólvinum tey bæði næstu settini, og nú er av álvara lagt upp til stórdyst, tá ÍF vitjar í Sørvági annað vikuskifti.
Vinnur ÍF tann dystin, so er meistarheitið víst, men hinvegin kann SÍ skapa heilt nógvan spenning, um teir megna at hevna tapði frá steypafinaluni. Um so er, so er bert eitt stig á muni millum partarnar, og so kann Fram kortini fáa ein avgerandi leiklut, tá teir í seinasta dystinum á árinum taka ímóti ÍF.
Sørvingar skulu tó royna seg ímóti Fleyr, men tað er so ikki væntandi, at tann dysturin fer at geva trupulleikar, um SÍ bert tekur uppgávuna í nóg stórum álvara.










