Flogbóltur:
Ongastaðni í landinum er so trongligt til flogbóltsdystir sum í Sørvági. Skúlahøllin er ikki størri enn so, at vøllurin fer við tí mesta av gólvinum, so áskoðararnir næstan standa inni á vøllinum.
Samstundis, sum hetta kann vera darvandi fyri spælið, hevur tað sjálvandi eisini sína sjarmu, og tað skerst ikki burtur, at onga aðrastaðni fæst sama intima atmosfera kring ein góðan flogbóltsdyst, tí øll hini liðini í Eik-liguni hjá bæði kvinnum og monnum spæla í ítróttarhallum, har vítt er til veggja og høgt til lofts – og tí eisini stór frástøða millum áskoðararnar og sjálvan vøllin.
At so trongligt er í Sørvági, hevur fingið fleiri at stúrt fyri, hvussu verður, um neyðugt verður við einum triðja dysti í FM-finalunum, tí bæði kvinnurnar og menninir hjá SÍ hava vunnið rætt til heimavøll, skal ein triði dystur til.
Millum annað hevði Flogbóltssambandið sett sum krav, at 60 áskoðarar skuldu sleppa inn, og av teimum skuldi í minsta lagi helvt vera frá útiliðnum, sum eru TB hjá kvinnum og Mjølnir hjá monnum.
Við bert 30 heimaáskoðarum hevði tað sjálvandi verið tunnligt við heimastuðlinum hjá SÍ, so tí hevur felagið sjálvt loyst plásstrupulleikan við at umbiðja sær ítróttarhøllina á Giljanesi, har ríkiligt er av plássi. Eisini er har møguleiki at leggja Teraflex-gólvið á, um høvi annars verður at brúka tað til møguligar triðju finaludystir.