SÍ hótti Fram


Í løtum sýndi SÍ stórspæl móti favorittunum úr Fram, men hesa løtur vóru tó ov stuttar, til at sørvingar kundu tryggja sær ein óvæntaðan sigur

 

Fram ? SÍ 3 ? 1


Flogbóltur, menn


Leikararnir í Fram høvdu nógv um at vera hetta vikuskiftið. Tveir dystir, og eftir tapið fyri Mjølni leygardagin skuldi dysturin sunnudagin ímóti SÍ vinnast, men tað gjørdist ógvuliga trupult.


SÍ broytt

Fyrra hálva hevur roynst ógvuliga illa hjá SÍ. Allir dystirnir eru taptir, og í flestu førum er hevur SÍ einki sett fingið. Nú tykist, at liðið hevur sett sær fyri, at vend skal koma í.

Tað varð skjótt greitt í dystinum ímóti Fram, at SÍ ikki fór at lata Fram sigurin lættliga. Allir leikararnir stríddust sera væl. Serliga sjónligt var verjuspælið afturi á vøllinum. Fleiri ferðir hildu framleikararnir seg hava vunnið smashini, men so fekk ein SÍ-ari hondina á, og bólturin kom aftur í spæl. Hetta órógvaði Fram nógv, leikararnir gjørdust ótolnir og gjørdu alt ov nógv mistøk.


Dystargongdin

1. settið gekk í fyrstani sum tað skuldi hjá Fram. Dysturin byrjaði ógvuliga illa, tí báðir partar kappaðust um at serva í netið og út, og aðrar villur vóru eisini nógvar. Fram kom tó á lagið, og tók seg nøkur stig frá, men SÍ vildi ikki gevast, og sum settinum leið, vóru tað sørvingar, ið komu framum. SÍ hevði settbólt (24 ? 22), men ikki eydnaðist at vinna settið. Fram fekk 4 stig á rað og harvið settið. Sum ikki einaferð misti SÍ stevið ímóti endanum.

Í 2. setti legði SÍ harðliga fyri, og skjótt var støðan 14-6. Fram bað um støðg, og nú kom so smátt gongd í, men SÍ fótaði sær aftur og vann settið. Í hesum settinum vísti SÍ álopsspæl og verjuspæl í serflokki, men longu í 3. setti mistu teir aftur stevið, og Fram setti seg aftur í førarasessin.

Í 4. setti var Fram omaná mestsum alla tíðina, men av og á tók SÍ seg langt inn á Fram, og einaferð komu teir upp á 18-17. Fram megnaði tó at venda gongdini, og settið varð vunnið og sostatt eisini dysturin.

SÍ vísti í hesum dystinum, at tá ið spælið gongur væl, kann liðið hótta hvønn tað skal vera. Fram spældi ikki væl, men tað er eisini SÍ at takka.