Søgusavnið í Vestmanna hevur nú fýra ár á baki, og nógv fólk, bæði føroyingar og útlendingar, hava nýtt møguleikan at uppliva søguna, frá tey fyrstu fólkini komu til Føroya og nærum fram til okkara tíð. Tey, sum vitja Søgusavnið, hava higartil havt møguleika at velja ímillum føroyskt, danskt, týskt og enskt mál, men nú er eisini ein serlig føroysk útgáva, ætlað børnum, gjørd.
– Vit ásannaðu, at forteljingin, sum tann vitjandi fær gjøgnum oyralurtið, meðan hann gongur runt á savninum, var serliga ætlað til vaksin fólk. Og tá nú sera nógvir skúlaflokkar vitja savnið, hildu vit, at tað var betur eisini at hava eina serliga forteljing ætlað børnum. Í ljóðsporinum, sum er serliga ætlað børnum, leggja vit okkum eftir at greiða frá upp á ein pedagogiskan máta, sum er lættari hjá børnum at skilja, og sum svarar teimum spurningum, sum tey ofta vilja hava svar uppá, siga tey í Vestmanna.
Tað er kenda barnaútvarpsrøddin hjá Elin á Rógvu, sum fortelur um Sigmund, Trónd, Húsfrúnna í Húsavík, Anniku í Dímun, Seyðatjóvar, Svartadeyða og allar hinar søgurnar sum eru á Søgusavninum. Jákup Veyhe hevur ljóðblandað og lagt ljóðeffektirnar afturat.
Søgusavnið er opið hvønn dag í summar frá klokkan 9 til 17.










