Eik Grunnurin hevur stuðla verkætlanini Føroyskar Søgur. Hetta er røða formannsins í sambandi við frumsýning av »Føroyskum Søgum« 19. september í Sjónleikarhúsinum.
Góðu tit øll!
Tað er við spenningi, at vit, sum varða av Eik Grunninum, hava sæð fram til hesa frumsýningina. Og tað er eisini við stórum spenningi, at teir komandi dagarnir verða brúktir til at hyggja nærri at hesum livandi myndunum. Myndirnar eru gamlar, men fyri okkum kortini so nýggjar og forkunnugar.
Eik Grunnurin hevur valt at stuðla hesi verkætlanini – Føroyskar Søgur – og tað hava vit, sum umboða Grunnin, gjørt við gleði. Flestu føroyingar eru sera áhugaðir í søgu og siðsøgu, og júst henda verkætlanin verður tí ivaleyst til gleði fyri tey mongu í Føroyum.
Almanna-gagnliga í høvuðssæti
Hetta – at flestu møguligt fáa gagn av úrslitinum – er júst høvuðssiktið, tá Eik Grunnurin tekur avgerð um at stuðla einari verkætlan. Tað almanna-gagnliga er í høvuðssæti og ein treyt, tá Grunnurin vigar verkætlanir.
Tað heilt serliga við Føroyskum Søgum er, at hetta eru søgur frá føroyingum um føroyingar. Hetta eru upplivingar – bæði gerandis og til høgtíð. Júst hetta skuldi gjørt verkætlanina fólksliga, og onki er meira í tráð við siktið hjá Grunninum.
Hetta er ikki tann almenna Føroya Søga og skal heldur ikki vera tað.
Varðveiting fyri eftirtíðina
Hitt almanna-gagnliga við Føroyskum Søgum er, at arbeiðið við at seta saman livandi myndirnar gevur eitt talgilt – ella digitalt – hjáprodukt. Soleiðis eru myndir fluttar av gomlum filmsrullum yvir í eitt talgilt format, og meiningin er, at í framtíðini skulu øll hava atgongd til hesar forkunnugu myndir. Sjálvandi við loyvi frá teimum, sum eiga upphavsrættindini.
Hetta, at varðveita gamla filmsarvin á talgildum miðili, er vanliga kostnaðarmikið og verður ikki gjørt á hvørjum degi. Grunnurin fegnast eisini um henda týðandi partin av Føroyskum Søgum, tí júst hetta ger, at okkara filmsskattur verður varðveittur til verandi og komandi ættarlið av føroyingum.
Missa okkum sjálvi burtur
Rættiliga nógv fólk hava hjálpt til og gjørt Føroyskar Søgur til veruleika. Vegna Eik Grunnin vil eg fegin takka øllum – bæði tykkum, sum her sita, og teimum, sum ikki kundu vera við her í kvøld. Ein serliga innilig tøkk fer til øll tykkara, sum hava latið verkætlanini tykkara dýrabæru myndir í varðveitslu hesa tíðina. Uttan tykkara íkast var onki at gleðast um í kvøld.
Tann dagin, vit eru søguleys, missa vit okkum sjálvi burtur sum einstaklingar og sum føroyingar. Tí er tað gott, at vit í dag leggja eitt klípið í tann varðan, sum ger okkum til føroyingar.
Takið væl ímóti Føroyskum Søgum!
Takk fyri!
Frithleif Olsen, formaður í Eik Grunninum