Søguligur spanióli leitar eftir felag

Pedro Tarancon heldur fram í Føroyum, men er uttan felag

Pedro Tarancon Anton, sum er fyrsti spaniólin í føroyskum fótbólti nakrantíð, heldur ikki fram í B68, men ætlar at spæla í Føroyum komandi kappingarár.

 

- Eg havi verið heima í Spania um jólini og eri nú aftur í Føroyum. Eg fekk ein skaða í septembur og eri líka við at verða endaliga klárur aftur, sigur 30 ára gamli Pedro Tarancon Anton.

 

Verjuspælarin, sum eisin hevur spælt á miðvøllinum og onkran dyst á bakkinum fyri B68, verður í Føroyum komandi ár, eftir at hava fingið uppihalds- og arbeiðisloyvi.

 

Pedro Tarancon Anton bleiv søguligur í føroyskum fótbólti, tá hann spældi í 1. umfari í Effo-deildini farna ár. Hann er fyrsti spaniólin í føroyskum fótbólti. Hann kom til B68 saman við áleyparanum Carlos Quintana Herrero. Áleyparin spældi tó bara í fyrru hálvu.