ARBEIÐSMARKNAÐUR
Fyrsta málið í Fasta Gerðarrættinum, ið skal loysa trætur, ósemjur og ivamál á arbeiðsmarknaðinum, kom fyri á Panaroma á Hafnia fríggjadagin.
Eitt prinsipielt mál um munnligar og skrivligar ávaringar á arbeiðismarknaðinum varð viðgjørt, og advokatarnir Sigmund Poulsen og Ingi Højgaard umboðaðu ávikavist Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið.
Hóast gerðarrætturin sum vera man varð tikin í álvara, var eitt sindur av plássi til skemt. M.a. segði annar av advokatunum, at hetta var ein søguligur dagur, nú føroyingar aftur dømdu føroyingar, eins og gjørt varð fyri fleiri øldum síðani. Tá læt í einum av dómarunum, at tá dømdu teir til deyða.
Jú, tað var ein serstakur dagur í føroyskari rættarsøgu, tá Fasti Gerðarrætturin kom saman fyri fyrstu ferð at viðgera eitt mál. Halgir Winther Poulsen, gerðarrættarformaður, rósti eisini advokatunum fyri at hava gjørt hetta málið meira spennandi, enn tað í fyrstu syftu kanska tyktist.
Semjusøkjandi
Kári á Rógvi er formaður í nevndini, ið hevur fyrireikað hendan føroyska gerðarrættin. Nevndin tekur sær av skrivstovu, heimasíðu o.t.
Hann greiðir frá, at hóast nógv varð kjakast um, hvørt tað var rætt at seta ein gerðarrætt á stovn – serliga fakfeløgini søgdu seg ivast – so er støðan helst broytt í dag.
Eitt av endamálunum hjá gerðarrættinum er at vera semjusøkjandi, hóast hetta neyvan altíð letur seg gera.
Tað eru serliga evni sum brot, stríðsstig og marknaðarmál, ið gerðarrætturin skal viðgera, og eru hetta mál, ið ivi viðhvørt hevur valdað um, hvar tey hoyrdu heima.
- Men tað eru eisini tulkingarmál sum hetta, har jurain er ógreið, sigur Kári á Rógvi og sipar til áðurnevnda málið um ávaringar.
Køn í arbeiðsmarknaðarmálum
Tveir løgfrøðingar eru formenn í gerðarrættinum, men annars eru hinir seks limirnir kønir í arbeiðsmarknaðarmálum og hava millum annað tikið lut í samráðingum. Tríggir limir vórðu úttiknir til málið, sum varð fyri fríggjadagin, men í serligum førum ber til at hava allar átta limirnar til at viðgera eitt mál.
Sum nevnt varð eitt sindur skemtað við, at nú eru føroyingar aftur farnir at døma føroyingar. Tað var nevniliga tann tíð, tá føroyingar komu saman til vártingið og løgtingið. Eisini høvdu teir – tá vórðu bara menn valdir - løgrættuna, har tey mál vórðu send, ið ikki kundu dømast á vártingi.
Síðani fekk tingið sorinskrivara, ið eftir hetta kom undir kong.
- Dómsvaldið bleiv so sníkjandi danskt, sum Kári á Rógvi tekur til.
- Men hetta er kanska ein byrjan til at yvirtaka rættarskipanina, metir hann og leggur afturat, at vit nú eru komin longur á hesum øki, og at Føroyar eisini høvdu egnan rætt undir krígnum.
Privatur stovnur
Fasti Gerðarrætturin er eitt slag av privatum stovni, eins og skipanin var tey fyrstu árini aðrastaðni m.a. í Danmark. Ein av mununum millum hendan rættin og ta rættarskipanina, ið dómsvaldið umsitur, er m.a., at vitnini í gerðarrættinum sleppa at síggja sína egnu vitnisfrágreiðing.
Kári á Rógvi metir, at Halgir W. Poulsen hevur ta tign ein formaður skal hava, eftir at hava verið advokatur í nógv ár. Kári á Rógvi sigur, at tað er ymist, hvussu lond skipa sínar rættarskipanir. T.d. velja danir ofta seta ungar løgfrøðingar sum dómarar. Hinvegin vilja bretar ikki hava aðrar dómarar, enn gamlar prosesadvokatar, ið hava riggað av sum sakførarar.
Eins og Kári á Rógvi áður hevur gjørt vart við, m.a. í sambandi við Føroyskt Lógarrit, har hann er ritstjóri, so vantar okkum bókmentir um løgfrøði á føroyskum, ið kunnu vísa á, hvussu føroyskar lógir skulu tulkast. Hann metir, at kanska kann gerðarrætturin vera við til bøta um hetta og fáa løgfrøðingar at viðgera slík viðurskifti. Hinvegin metir hann, at undirtøkan fyri gerðarrættinum er breið og fólkslig, og heimildargrundarlagið er føroyskt burturav.
Viðkomandi fyri øll
Hóast tað var lítið at síggja til fjølmiðlar á hesum fyrsta rættarfundinum í gerðarrættinum, metir Kári á Rógvi, at hetta er nakað sum átti at viðkomið øllum. Ikki minst tá hugsað verður um rættarstøðu hjá borgarum og annað, ið ikki so sjáldan verður umrøtt í fjølmiðlunum. Tað er heldur ikki sørt, at bæði hugtøk sum reality-tv og sendirøðir við søgum um advokatar úr rættarsalum eru gerandiskostur á sjónvarpssskíggjunum heima í stovunum hjá fólki í dag. Somuleiðis innihalda íslendsku sagairnar og enntá sjálv Bíblian nógvar søgur um lóg og rættargongd, og skuldi hetta komið okkum øllum við, minnir Kári á Rógvi á.
MYNDATEKSTUR
- Hetta er kanska ein byrjan til at yvirtaka rættarskipanina, metir Kári á Rógvi og leggur afturat, at vit nú eru komin longur á hesum øki. Leivur Michelsen, Halgir W. Poulsen og Hendrik Thomsen, gerðarrættarlimir, vóru innkallaðir sum dómarar á fyrsta rættarfundinum hjá Fasta Gerðarrættinum
Mynd: Jens Kr. Vang
FAKTA
Fasti Gerðarrætturin
Nevnd:
Kári á Rógvi, nevndarformaður
Bjørgfríð Ludvig
Durita Tausen
Heini Joensen
Páll Nielsen
Sjúrður Heinesen
Dómarar:
Halgir W. Poulsen, gerðarrættarformaður
Gurið Joensen, næstformaður
Hendrik Thomsen
Leivur Michelsen
Maria á Dul
Poul Hansen
Tórleivur Hoydal
Vígdis Johannesen