Søguligt val í Kenya

Andstøðuleiðarin í Kenya, Mwai Kibaki, vann stórsigur á valinum og varð í gjár tilnevndur forseti. Valið kann fáa stóran týdning fyri alt Afrika

Tað var væntandi, at forsetavalið í Kenya fór at verða spennandi, men tey fægstu væntaðu kortini tað úrslitið, sum valnevndin almannakunngjørdi fyrrakvøldið.
Tann 71 ára gamli Mwai Kibaki vann stórsigur. Mótvalevni hansara var Uhuru Kenyatta, sonur fyrsta kenyanska forsetan, Jomo Kenyatta, og harafturat valevni hjá fráfarandi forsetanum, Daniel Arap Moi. Tá upptalt varð, hevði Kibaki fingið 3,6 milliónir atkvøður, meðan 1,6 millión fólk høvdu sett krossin við Kenyatta.
Valið í Kenya er søguligt, tí hetta er fyrstu ferð, síðani landið fekk sjálvsstýri frá Bretlandi í 1963, at andstøðan hevur vunnið meiriluta í tjóðartinginum og forsetasessin. Eygleiðarar í Afrika halda, at valið kann fáa avgerandi ávirkan á viðurskiftini í fleiri øðrum afrikanskum londum.
Politiskir eygleiðarar siga eisini, at valið í Kenya er ein stórur sigur fyri tær demokratisku rørslurnar í Afrika.