Hóast landið eitur Demokratiska Lýðveldið Kongo, hava viðurskiftini har ikki havt serliga nógv við demokrati at gera. Í 1870 kom landið undir belgiskt ræði, og belgiumenn stýrdu tí við harðari hond, til tað fekk sjálvsstýri í 1960. Men longu fimm ár seinni tók herovastin Mobuto Sese Seku valdið sum einaræðisharri, og tað hevði hann líka til 1997, tá Laurent Kabila tók við. Seinastu árini hevur sonur hansara, Joseph Kabila, sitið við valdið.
Í gjár varð fráboðað, at 80 prosent av fólkinum hava tikið undir við, at veljararnir skulu velja tjóðarting og forseta, og ætlandi verður hendan stórhendingin eina ferð í mars, skrivar AP úr Kinshasa.
Val hevur ikki verið í Demokratiska Lýðveldinum Kongo seinastu 35 árini. Ta ferðina skuldu fólk velja forseta, men í veruleikanum var hetta ikki eitt val, tí Mobuto Sese Seku var einasta valevni.