Søguligt talvborð selt á uppboðsølu

Íslendingar eru ikki sørt argir um, at talvborðið, sum varð nýtt í legendariska ?triðja talvinum? um heimsmeistaraheitið í talvi í Reykjavík í 1972, er selt á uppboðssølu. Uppboðsølan var í New York og talvborðið varð selt fyri slaka hálva milliónir krónur.

 

Ein tjóðargripur.

 

Aldarinnar talvorrusta, í Reykjavík, var ímillum Boris Spassky, úr táverandi Sovjetsamveldinum og Robert James Fischer - Bobby Fischer - úr USA.

 

Orrustan var nakað heilt serligt.

 

Kalda kríggið var í hæddini. Sovjet var fullkomiliga einaráðandi á altjóða talvpallinum og hevði verið tað í áratíggir.

 

Heimsmiðlarnir vóru í Íslandi.

 

Tað serliga við júst hesum talvborðinum er, at eftir at Fischer hevði tapt fyrsta talvið í Laugardalshøllini, valdi hann ikki at møta upp dagin eftir. Var ikki nøgdur við umstøðurnar, ov nógvur larmur. Vildi als ikki telva meir. Nú var støðan 2-0 til Spassky.

 

Men eftir drúgvar diplomatiskar samráðingar, vórðu ynskini hjá Fischer gingin á møti.

 

Í ?legendariska, triðja talvinum? varð telvað í smærri hølum í Høllini. Fischer sigraði.

 

Mett verður, at júst hetta talvið varð avgerðandi, at Fischer gjørdist heimsmeistari.

 

Helmaði ikki í. Spassky legði kongin.

 

Fíggjarkreppan sigst vera orsøkin til, at táverandi forsetin í Íslendska Talvsambandinum, Gudmundur G. Thórarinsson, gjørdi av at selja søguliga, signeraða, talvborðið.

 

Talvborðið var ein gáva til forsetan fyri hansara megnartak at fáa HM í lag í Reykjavík.

 

Fischer andaðist í 2008, 64 ára gamalur og varð jarðaður í Laugardali, Selfoss, í Íslandi.