David Villa yvirhálaði í gjár Real Madrid legenduna, Raul, sum mest skorandi leikarin í sponsku landsliðstroyggjuni nakrantíð. Spania var aftanfyri 1-0, tá 29-ára gamli David Villa tjúgu minuttir fyri tíð javnaði á Santiago Bernabeu leikvøllinum í Madrid. Tað varð mál nummar 45 í sponsku landsliðtroyggjuni hjá Barcelona framherjanum. Undan dystinum høvdu hann og Raul skorað hvørsíni 44 mál fyri Spania.
David Villa umsetti fáar minuttir seinni brotsspark til mál og skoraði harvið eisini sítt mál nummar 46 í dystinum. Meðan Raul hevur spælt 102 landsdystir fyri Spania, so hevur David Villa megnað at skorað 46 mál í bara 72 dystum fyri heimsmeistarnar. Tað prógvar kanska eisini, at spanska landsliðið, ið eru bæði heims og evropa-meistara, seinnu árini hevur havt ótrúliga gott landslið, sum hevur skotið nógv mál.
David Villa skoraði síni fyrstu mál sum fulltíðar fótbóltsspælari á sama leikvølli, sum legði karmar til eitt tað flottasta føroyska landsliðsmálið í søguni. Talan er sjálvandi um El Molion leikvøllin hjá Sporting Gijón, har Jens Kristian Hansen 11. oktobur 1997, við frálíkum flúktara, skoraði móti Spania. Í 2003 skifti David Villa til Zaragoza, áðrenn hann í 2005 skifti víðari til Valencia. Her skoraði hann 108 mál í 166 landskappingardystum. Tað var eisini um hetta mundi, at hann byrjaði at gera um seg á spanska landsliðnum. Í summar skifti hann til Barcelona har hann heldur fram at skjóta mál.
Spania vann dystin móti Tjekkia 2-1 og liggur fremst við fullum stigatali fyri fýra dystir. Tjekkia liggur nummar tvey við seks stigum.










