Tað annars so spenta sambandið ímillum Suður- og Norðurkorea fekk í dag eitt søguligt lógvatak, tá ið ítróttarfólk frá teimum báðum londunum, sum skulu kappast á sama liði í vetrar-OL næsta mánað, hittust og tóku í hondina á hvørjum øðrum.
Tað var suðurkoreanska kvinnuliðið í íshokki, sum í dag slapp at heilsa upp á norðurkoreansku liðfelagarnar. Ein bussur flutti norðurkoreanska venjaran og 12 leikarar yvir um markið til Suðurkorea, har ein lítil móttøka var fyriskipað.
Samansetta íshokkiliðið hjá Suður- og Norðurkorea fær einans 16 dagar at fyrireika seg í áðrenn fyrsti dystur er á skránni í OL. Tað verður kanadiski venjarin hjá Suðurkorea, Sarah Murray, ið fær høvuðsábyrgdina av liðnum.
Norðurkoreanski landsliðsvenjarin, Pak Chol Ho, verður eisini partur av venjaratoyminum, og hann fegnast um hetta søguliga samstarvið ímillum londini bæði.
- Eg eri ógvuliga glaður fyri, at Norður- og Suðurkorea ganga saman um eitt OL-lið. Hóast stutta fyrireikingartíð, so vænti eg mær góð úrslit, nú vit fara at stríðast saman, sigur hann sambært AP.
Felagsliðið spælir venjingardyst 4. februar ímóti Svøríki, og fyrsti dysturin í OL verður 10. februar ímóti Sveis. OL, sum hesaferð er í suðurkoreanska býnum Pyeongchang, heldur áfram til 25. februar.