Vetrar-OL
Tað kiksaði á summarleikunum í Montreal í 1976, og tað kiksaði eisini á vetrarleikunum í Calgary í 1988. Kanada var OL-vertstjóð, men hvørki í Montreal ella í Calgary eydnaðist tað Kanada at vinna OL-gull.
Tann 22 ára gamli, Alexandre Bilodeau gjørdist í nátt tjóðarhetja í Kanada, tá hann vann gull í frístíli innan skí.
- Eg haldi ikki, at eg havi fatað tað enn segði Alexandre Bilodeau. Hetta er ov gott til at verða satt. Vancouver fer at sova betri í nátt, tí nú er bannið hjá Kanada brotið, segði ein glaður Alexandre Bilodeau við altjóða fjølmiðlar aftaná gullbragdið.
Gullið kom eyka væl við, tí Jennifer Heil kiksaði innan júst somu grein hjá kvinnunum. Men tíbetur fyri vertstjóðina hevði Alexandre Bilodeau sína lívs framførslu. Og hann megnaði teinin innan bert 23,17 sekund, sum er 0,17 sekund betri enn vinnaratíðin á vetrarleikunum í Torino í 2006.