Søguligar hugleiðingar í sambandi við flaggdagshald

Flaggdagsrøðan, sum Ólavur Hátún helt í Sørvági og á Giljanesi

Við eitt tjóðskaparligt høvi, sum flaggdagurin er tað, man tað ikki vera av leið at líta aftur á søguliga støðið, sum tjóð okkara hevur at byggja á. Lítið er til av skrivligum keldum frá gamlari tíð, og grunna jarðarlendi tykist ikki at goyma nógvar fornlutir, ið kunnu kasta glæmu á tilveru føroyinga í forum. Tó standa vit ikki heilt á berum.
Føroyingasøga greiðir livandi frá um fólk og tilburðir í Føroyum upp undir fyrra túsundáraskiftið. Vit hoyra um Gøtuskeggjar við ættarsambandi til fremstu høvdingaættir uttanlands, hoyra um Trónd í Gøtu, sum við sínum gløggskygni rættiliga gjørdi vart við seg á sølustevnu á Háloyri, Helsingør. Sigmundur Brestisson hevði slíka tign á kongsgarðinum í Tróndheimi, at hann varð kosin at boða kristindómin í Føroyum, og søgan sigur, at hann millum avrekskappar skuldi ganga sjálvum Ólavi kongi næstur í øllum ítróttum.
Hvussu nógv av hesum er søga, og hvat ið er søgn, er ilt at meta; men Føroyingasøga ber boð um mentanarligt lív her á landi frá elstu tíðum. Vit vita, at hon er sett saman av brotum úr íslendingasagaum; men fyri okkum er tað áhugavert, at íslendskir granskarar hava gjørt vart við, at Føroyingasøga í sínum stíli víkur frá øðrum sagaum. Ongin ivingur kann tí vera um, at hesar frásagnir um stríð og rembingar í Føroyum um ár 1000 eru komnar hiðani av landi, og sannlíkt er, at felagsnorrønar frásagnir annars hava verið livandi manna millum eisini her í oyggjunum. Tað finst bara onki fest á blað og er tí horvið í tíðarhavi.

Mentanarligt lív hóast svárar tíðir í miðøld
Føroyingar hava neyvan heldur í teim fylgjandi øldunum livað í mentanarligum myrkri. Besti vitnisburður um eitt framkomið andslív í Føroyum í miðøld er Sverri kongur, borin í heim stórthundrað ár eftir føroyingasøgutíðina. Við dugnaskapi og snildum megnaði hesin føroyingur, prestlærdur í Kirkjubø, ikki bert at rudda sær ræsur heilt fram til kongstign yvir øllum Noregslandi, men eisini at gerast gitnasti statsmaður í Europa um tað mundið. Hesin søguligi veruleiki lýsir ikki bert eina óvanliga persónsmensku, men eisini tað andsjørðildi, sum hann var runnin av. Onnur dømi, ið vitna um prestaskúlan í Kirkjubø sum framkomið lærdómssetur, eru t.d. prýðilig skreytbløð, sum kønir menn ikki ivast í eru frá føroyskari hond. Og enn stendur sjálvur Kirkjubømúrurin við sínum byggiskapi og sínum listarliga prýði sum lýsandi prógv um valahandverk, har føroyingar vóru handliga álitið.
At svárar tíðir í miðøld, ikki minst Svarti Deyði, í stóran mun hava tikið støðið undan menning og framburði, hava vit alla orsøk at halda. Tó er her ongantíð vorðið øskukalt, og sambandið úteftir er ongantíð heilt slitnað. Tann dansur, sum seinni gjørdist okkara dansur burturav, var komin til landið um hetta mundið, og fyrndargomlu kvæðini hava mong sínar røtur heilt aftur í hesa tíð. Evnini í hesum kvæðum boða ikki frá trongskygdum hugburði, heldur eru tað alheims søgur um stórhendingar og kappabrøgd, sum hava veitt føroyingum eggjandi upplivingar á dansigólvi og lívsinnihald í gerandisdegi gjøgnum øldir.
Onki bókmentamál, men kortini eitt vakið og vitandi fólk
Við trúbótini um 1540 fekk móðurmálið ikki tær sømdir her hjá okkum sum aðrastaðni og slapp tí ikki at menna seg sum bókmentamál. Seinasta skjalið skrivað á føroyskum í hesi fornu tíð er skriv frá einum kongsins hirðmanni í 1479, og tað komu sostatt at ganga 300 ár fram til, at Jens Chr. Svabo í 1770´árunum sum tann fyrsti aftur gjørdi skriftroyndir á okkara máli.
Hóast hetta hava føroyingar ongantíð verið fákunnugir heimføðingar - heldur tvørturímóti. Ferðafrásagnir og aðrir skrivligir vitnisburðir eitt nú úr 18. øld bera boð um eitt sera vakið og vitandi fólk her í oyggjunum, fríborið í framferð og samskifti.
Men samfelagið hevði tá mestsum staðið í stað í øldir. Fólkið treivst í sínum og visti helst lítið um tær rembingar og broytingar, sum fóru fram úti í heimi. Tann gávuríki og virkisfúsi Nólsoyarpáll mundi tí um 1800 standa rættiliga einsamallur við sínum hugsjónum og royndum til framburð og nýhugsan. Kortini var tað ikki lítið, sum hesin úrmælingur bæði handaliga og andaliga fekk á skaftið, og hansara strembanir og avrik, sum í hansara bestu árum komu at kosta honum lívið, settu sær síni fyrimyndarligu spor.
Fólkið missir sína ávirkan á egin samfelagslig viðurskifti
Í 1814 komu Føroyar beinleiðis undir danska umsiting, og tá ið kongur í 1816 tók av okkara aldargamla løgting og seinni setti amtmann sum yvirvøld í staðin, var tað eitt politiskt afturstig. Um enn teir fyrstu amtmenninir sum brøðurnir Tillisch og Christian Pløyen royndust føroyingum hollir, settu seg væl inn í føroysk viðurskiftir og vístu vegir til vinnuligan bata, so tók seg nú upp eitt embætismannaveldi, ið samanumtikið kom at roynast føroyingum meinasti bági í øllum menningarroyndum.
Tá ið danir í 1840-árunum fóru undir at leggja lunnar undir nýggjan politiskan samfelagsbygnað, tá sluppu føroyingar als ikki upp í part at taka støðu til og bera fram ynski um síni egnu viðurskifti. Og hóast andbornir danskir politikarar við sjálvum Grundtvig á odda harðliga mæltu frá at fara við føroyingum, sum um teir vóru danir, so blivu Føroyar formliga limaðar inn í ríkið sum annar danskur landslutur. Eisini fingu vit ein skúla, sum ikki bygdi á heimliga grund og tí í staðin fyri at stuðla uppundir gjørdist størsti vandi fyri at týna okkum sum serstakt fólk.

Eitt stjørnuskot á politiska himmalhválvinum
Í hesi døpru tíð var tað heppið fyri okkum, at eitt stjørnuskot sum Niels Winther tók seg upp á okkara politiska himmalhválvi. Saman við donskum hugsjónarmonnum gjørdi hann sítt til, at einahandilin varð avtikin, og at vit fingu løgting aftur. Tað harmaði tó ongan meira enn Niels Winther, at nýggja tingið ikki bleiv tann trygd fyri borgarligum rættindum, sum gamla løgtingið hevði verið. Amtmaður og próstur vóru nú føddir tinglimir, og við amtmanninum sum formanni royndist nú Føroya Løgting mangan meira sum valdsamboð í hansara hondum heldur enn sum fólksins umboðsstovnur.
Men við fríum handli og vaksandi samskifti við útheimin fóru nú samfelagsliga broytingin og vinnuliga menningin rættiliga at taka dik á seg. Tað bjartskygni, sum nýggja tíðin bar við sær, betri skúlaviðurskifti - um enn ikki gróðursett í egnari jørð - saman við vaksandi meðviti um egin mentanarvirði førdi alt við sær eina vaknandi tjóðskaparkenslu og ynski um í størri mun sjálvur at ráða fyri borgum.

Jólafundurin 1888 tekin um vaknandi samfelagsligt og mentanarligt medvit
Hesi sjónarmið komu greitt fram á søguliga jólafundinum í 1888, har aðalniðurstøðan gjørdist, at føroyingar áttu at ganga fram í øllum lutum til tess at gerast sjálvbjargnir, og at føroyskt mál átti at fáa fullar sømdir í skúla, í kirkju og á tingi. Fundurin vakti ótta og vreiði hjá donskum embætismonnum, og hóast stigtakararnir vissaðu um, at her einans var talan um framburð í heimligum viðurskiftum, so bleiv slíkt sum skilnaðarsótt og óvinsemi móti øllum donskum kastað teimum fyri.
Men tá ið Jóannes bóndi í 1901 møtti á danatingi sum nývaldur fólkatingsmaður og fór at greiða frá um føroysk viðurskifti, fekk hann góða móttøku, og menn lurtaðu við opnum sinni eftir tí, sum hann hevði at bera fram. Ja, so mikið vann hann sær ljóð fyri sínum hugsjónum, at hann í 1905 hevði heim við sær eitt tilboð til Føroya Løgting, einmælt samtykt í fólkatinginum, um størri ræði á og meira ábyrgd av egnum samfelagsmálum.

Fyri og ímóti frælsi og framburði í Føroyum
Men heima í Føroyum menti seg nú ein andstøða, sum rættiliga fór í hernað ímóti øllum broytingum í landsumsitingini og ímóti øllum sjálvbjargnisroyndum.
Framtakshugsjónin varð fyri álvarsligum bakkasti lagnuárið 1906; men tjóðskaparrørslan viknaði ikki av tí. Slíkt sum tað, at ein sambandsmeiriluti á tingi í 1912 fór so langt sum at samtykkja, at føroyskt mál ongar sømdir skuldi fáa í føroyskum skúla, kundi bert herða stríðið fyri føroyskum rættindum, og t.d. gjørdist nú ynski um føroyskt tjóðarmerki meira og meira átroðkandi.
Eins og í 1880-árunum vóru tað nú aftur studentarnir í Keypmannahavn, sum tjóðskaparliga gingu undan. Eg minnist, at farbróðir mín, Emil Joensen, Míl prestur sum tey kallaðu hann, greiddi frá, at studentarnir sínámillum høvdu tosað um, at føroyingar áttu at fingið sær krossmerki eins og hini norðurlondini í staðin fyri veðramerkið ella tjaldursmerkið. Høvuðsmenninir vóru Jens Oliver Lisberg og Janus Øssursson. Ein dagin komu teir báðir inn á kamarið hjá Emil á Garði, og á skriviborðinum hjá honum varð tá endalig støða tikin til, hvussu teir mæltu til, at føroyska flaggið skuldi síggja út. Teir fóru so oman á Nordisk Fane- og Flagfabrik og fingu bílagt lítið flagg, sum Louis Zachariassen undir stórum fagnaði bar fram á føstugangsveitslu Føroyingafelags sunnudagin 2. mars 1919. Tá ið teir seinni fingu flaggið gjørt, sum nú hongur í kirkjuni í Fámjin, heimbygd Jens Olivers, bleiv tað hongt út av vindeyganum hjá Emil. Nakrir íslendskir studentar, sum gingu niðri í garðinum, róptu tá hurrá og ynsktu føroyingum tillukku við fagra merkinum.

Broyting í hugburðinum til føroysk viðurskifti
Ímeðan var nú broyting komin í hugburðin til føroysk viðurskifti í Danmark. Mangur danskur politikari, sum kendi Jóannes bónda og hansara hugsjónir, mundi undrast, tá ið eftirmaður hansara í fólkatinginum í 1906 í sínari jomfrútalu legði fyri við orðunum:"Vi færinger føler os ganske som danske". Sum frá leið, fóru slíkir tónar tó at festa røtur í danskari tilvitan, og tá ið Jóannes Patursson í 1918 aftur kundi møta sum føroyskur umboðsmaður á danatingi, mátti hann ásanna, at har rættiliga var vent í holuni. Hugstoytt mundi hetta vera hjá honum, sum í sínari Danmarkar-tíð 12 ár frammanundan hevði fingið tokka til og virðing fyri landi og fólki har. Ongin føroyingur hevur borið hesari okkara frændatjóð og føðilandi hennara eina so vakra og inniliga kvøðu sum Jóannes bóndi, tá ið hann í 1902 yrkti:

Eg veit eitt land, so lágligt sett
við havumgirdum strondum,
sum er og hevur verið mett
við prís í norðurlondum.
Tað landið Danmørk nevnist
svá,
so vænt sum ungmoy er at sjá,
tá brosið leikar vørrum á,
og kínið berst í hondum.

Men ein óbótalig spilla var nú komin í viðurskiftini Danmarkar og Føroya millum. Ein fylgja av hesum broytta hugburði var tann skamm-iliga viðferð, sum føroyska flaggið fekk av danska forsætisráðharranum á Tingvøllum í Íslandi í 1930, sum so aftur gjørdist orsøkin til flagggøluni her í Havn á ólavsøku sama ár. Í bókini hjá Niels Juul Arge um flaggsøguna eru so mong onnur dømi um, hvussu tjóðskaparmenn á sjógv og landi til fánýtis stríddust fyri at vinna flagginum rættindi.
Merkið fær viðurkenning, men enn ikki er komið á mál
Stórur var tí gleðisrómurin um landið alt, tá ið tað í dag fyri 62 árum síðani, 25. apríl 1940, frættist, at merkið okkara hevði fingið altjóða viðurkenning. Frá barnaárum í Kvívík minnist eg fyrsta flaggdagin, tá fløgg vórðu seymað næstan í hvørjum húsi, stásiligar flaggstengur vórðu reistar, mastrar og árar við smærri fløggum á settar upp fram við vegnum, og bygdin øll skygdi í hvítum, bláum og reyðum. Flagglitirnir sóust eisini aftur í gerandisdegnum. Tá ið menn móti sumri fóru at mála bátarnar, mundi meira enn annar hvør bátur gerast hvítur við bláari rim ella stokkum og reyðari rond.
Men við flaggi okkara er ikki enn komið á mál. Vit eru mong, sum umboðandi land okkara uttanlands hava verið fyri tí eyðmýkjandi uppliving, at okkara flagg ikki hevur verið at síggja millum onnur samleika-merki. Okkara støða er jú tann, at vit í altjóða tilvitan als ikki eru til sum serstøk tjóð. Tí er tað umráðandi, at vit nú í lagnutíð ikki liggja sjóvarfallið av okkum, men standa saman um eitt ríkisrættarligt krav, sum m.a. veitir okkum stangarpláss allastaðni, har tjóðir hittast - at enda eisini á altjóða háborgini í New York.

Ólavur Hátún