Útbúgving frá fólkaskúla til hægri lestnað verður munandi uppraðfest í 2008. Í 2009 eru tað mentanarøkið og granskingin, ið fáa størri uppraðfesting.
Íløgur í útbúgving, gransking og mentan eru fyritreytin fyri allari aðrari menning í føroyska samfelagnum. Tí hesi øki skapa fyritreytirnar fyri, at ung fólk velja at búgva og virka í Føroyum, og eru sjálvt grundarlagið undir, at vit støðugt kunnu menna neyðugu vitanina til framhaldandi menning av føroyska samfelagnum.
Tí hevur samgongan sett sær fyri, at gera eina røð av betringum og íløgum í útbúgvingar, gransking og mentanarøkið í ár og komandi árini.
Samgonguskeiðið er júst byrjað
Tað er tó sjálvandi ikki møguligt at gera alt samgonguskjalið til veruleika fyrsta árið í samgonguskeiðnum. Men møguleiki er at gera nógv, og heldur enn at býta meirjáttanir í smáar bitar til øll øki, soleiðis at ongin verulig átøk kunnu gerast á einstøku økjunum, so er valt serliga at uppraðfesta útbúgving frá fólkaskúla til hægri lestur munandi í 2008. Í 2009 verða tað mentan og gransking, ið serliga fáa uppraðfesting. Leggjast skal tó afturat, at í 2008 verða partar av mentanarøkinum tó eisini uppraðfest – t.d. útvald átøk at menna føroyska málið.
Hervið skal verða greitt frá nøkrum av teimum átøkum og framstigum, ið arbeitt verður við.
Dagstovnaøkið – samskipast við skúlan
Fyrsta stigið í lívslongu læringini, uttanfyri heimið, er fyri flestu børn í dagstovnum runt landið. Her verða grundleggjandi førleikar mentir, áðrenn leiðin liggur víðari inn í skúlan. Neyðugt er, at samskipa dagstovna og fólkaskúlaøkið betur, og fyri at fremja hetta í verki verður yvirskipaða ábyrgdin av dagstovnaøkinum flutt úr Almanna- og Heilsumálaráðnum til Mentamálaráðið 1. juli í ár. Farið er longu undir eina neyvari samskipan, og verður hetta m.a. gjørt við at orða greiðar menningarætlanir og lesiætlanir frá vøggustovu til endað miðnám. Eisini verður dentur lagdur á, at gera mannagongdir, ið tryggja, at børn við serligum tørvi fáa eina smidliga og trygga gongd frá, dagstovni til skúlan.
Fólkaskúlin – nógv nýggj, mennandi átøk
Fólkaskúlin er grundarlagið undir víðari útbúgving, bæði yrkisútbúgvingum, miðnámsútbúgvingum og hægri lestnaði, og hevur tað tí avgerandi týdning, at vit støðugt arbeiða við at hækka góðskuna, trivnaðin og støðið. Í 2008 verða ein røð av nýggjum átøkum gjørd, fyri at betrað um tilboðið, ið fólkaskúlin kann veita føroyskum næmingum. Fylgjandi átøk gerast veruleiki í ár:
Nýtt skúlatilboð til børn við atferða- og trivnaðaravbjóðingum verður sett í verk.
Fleiri tímar til 1., 2. og 3. flokk til føroyskt og rokning. Ein tími kann nýtast til átøk og virksemi, ið hevur til endamáls at økja um trivnaðin hjá næmingunum í fólkaskúlanum.
Munandi økt játtan til føroyska skúlabókaútgávu.
Økt játtan til føroyska barnabókaútgávu.
Tilboð fyri lesi- og skriviveik fáa játtan.
Skúlin á Trøðni. Útbygging verður gjørd liðug í 2008, og skúlin fær ein eyka lærara.
Sernámsfrøðiliga økið og Skúlin á Trøðni verða í næstum endurskoðað fyri at tryggja, at landið og kommunurnar hava neyðug, nøktandi og samskipað tilboð til børn við skerdum førleika í Føroyum.
Uppskot til greiðari ábyrgdarbýti millum land og kommunur tá umræður fólkaskúlan verður lagt til politiska viðgerð í næstum.
Miðnámsskúlin – stórar íløgur og endurskoðan
Málið er, at yvir 90% av øllum fólkaskúlanæmingum skulu nema sær miðnámsskúlaútbúgving um fá ár. Fyri at gera tað enn meira áhugavert at nema sær eina miðnámsskúlaútbúgving, verða stig í hesum døgum tikin til munandi betringar. Í 2008 og 2009 eru tað íløgur í nýggjar bygningar, og endurskoðaðar útbúgvingar, ið eru hægst á dagsskránni. Bæði tiltøk, ið fara at hækka støðið og umstøðurnar hjá miðnámsskúlunum í Føroyum. Átøk, ið síggjast aftur í ár og komandi ár eru fylgjandi:
Nýggi skúladepilin í Suðuroy klárur at taka í nýtslu seinni í ár
Nýggi fiskivinnuskúlin í Vestmanna klárur at taka í nýtslu seinni í ár.
Útbyggingin av Tekniska skúla í Klaksvík liðug í ár
Íverkseting av nýggja Miðnámsskúladeplinum í Marknagili
Miðnámsskúlaútbúgvingarnar verða endurskoðaðar. Talan verður um tættari samstarv millum ymsu útbúgvingarnar, og væntandi størri úrval av breytum at velja í. Nýggjar útbúgvingar væntandi klárar at seta í verki í august 2009.
Miðnámsskúlaútbúgvingar kunnu takast yvir 4 heldur enn 3 ár, um talan er um tónleika- ella ítróttarfólk, ið nýta serliga nógv orku til hetta virksemi.
Hægri útbúgvingar – helst størsta uppraðfesting nakrantíð
Alsamt fleiri nema sær hægri útbúgvingar, og hetta er at fegnast um. Hinvegin eru tað eisini alsamt fleiri, ið tí mugu av landinum at nema sær útbúgving, harav fleiri ikki venda aftur til Føroya. Tað er gagnligt at føroyingar fara í útlond at nema sær vitan og íblástur, men stórur missur fyri samfelagið, um hesi ikki venda aftur til Føroya. Neyðugt er, at vit geva alsamt fleiri ungum í Føroyum møguleikan at velja at nema sær hægri útbúgving í Føroyum, og hetta verður gjørt við eini røð av átøkum í 2008.
Tí helst størsta uppraðfestingin av hesum øki nakrantíð í Føroyum, verður gjørd í 2008. Umframt at nýggj lóg verður sett í gildi, er játtan sett av til at uppstiga fleiri útbúgvingar til BA-støði, byrja eina røð av nýggjum hægri útbúgvingum og at taka munandi fleiri inn á útbúgvingarnar til lærara og námfrøði. Fylgjandi átøk eru á skánni í 2008:
Fróðskaparsetur Føroya.
- Lóg um Fróðskaparsetur Føroya sett í verk. Føroya Læraraskúli, Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya og Fróðskaparsetur Føroya, gerast allir partar av nýggja Fróðskaparsetri Føroya.
- 4 nýggjar útbúgvingar á Fróðskaparsetringum: KT-verkfrøðí, Hav- og jarðfrøði, Lívfrøði og Løgfrøði. Í hesum sambandi verða ein røð av nýggjum vísindaligum størvum á Fróðskaparsetrinum, har gransking verður týðandi partur av starvinum.
Sjúkrarøktarfrøðiskúlin.
- Nýggj ískoytisútbúgving í sjúkrarøktarfrøði (uppstiging til BA). Ein klassi verður upptikin í august.
- Fáast neyðugu plássini til starvslesandi verða fleiri upptikin til vanligu sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina í februar 2009.
Læraraskúlin.
- Uppstiga læraraútbúgving og námsfrøðingaútbúgving til BA.
- Ein eyka klassi upptikin til læraraútbúgvinging og ein eyka klassi upptikin til námsfrøðingaútbúgvingingina.
- Seta samskipara til, at samskipa og menna eftirútbúgvingartilboð á Læraraskúlanum.
- Nýggj lesivegleiðaraútbúgving á Læraraskúlanum.
Vinnuháskúlin og Handilsskúlin.
- Farið verður í næstum undir, at gera neyðugar tillagingar fyri, at Vinnuháskúlin - og væntandi eisini partar av útbúgvingartilboðunum á Handilsskúlanum - kunnu gerast partar av Fróðskaparsetur Føroya.
Gransking – samskipa eindir og uppraðfesting fyri framman
Gransking er avgerandi neyðug fyri at menna nýggja vitan og nýggjar førleikar. Í dag er granskingin í Føroyum spjeidd í fleiri eindir. Granskingargrunnurin, Fróðskaparsetrið, Fiskirannsóknarstovan, Granskingardeplar undir Fiskimálaráðnum, Fiskaaling, Granskingardepilin fyri Økismenning, Bitland v.m. Stig verða tí í næstum tikin til, at fáa samskipað granskingina betri. Hartil verður granskingin millum tey øki, ið skulu uppraðfestast munandi í 2009. Eitt nú er spennandi uppskotið til ein hav- og verðurlagsgranskingarstovn - TACIT - eitt mál, ið skal viðgerast nærri. Hartil skal nevnast, at Føroyar væntandi verða formligur partur av ES granskingarsamstarvinum í 2009, og skal játtanin til granskingarøkið hækkast í hesum sambandi.
Mentan – uppraðfesting alneyðug
Mentan er høvuðsorsøkin til, at vit velja at liva í Føroyum. Vit hava jú møguleikan at arbeiða og liva aðra staðni, men velja Føroyar. Mentanin er avgerandi fyri okkara samleika og trivna, og somuleiðis fyri okkara vinnulív, og tað hevur tí avbera stóran týdning, at vit tryggja mentanini í Føroyum góð kor.
Økið er raðfest ov lágt í nógv ár, men smá framstig hava verið. Tá umræður 2008 so verður mentanarøkið uppraðfest á nøkrum økjum – serliga tá umræður nøkur átøk at strimbra føroyska málið – men tað verður ikki fyrr enn í 2009, at mentanarøkið fær eina størri uppraðfesting.
Mentanarøkið fevnir víða. Fevnir eitt nú um savnsøkið, tónleikaøkið, Føroya Symfoniorkestur, føroyskan dans, upphavsrætt v.m. Møguleiki er ikki fyri at koma inn á øll øki í hesi grein, men verða nøkur átøk innan ávís mentanarøki lýst.
Føroyska málið – meira føroyskt tilfar í skúlum og á teldum
Mál okkara er mest týðandi parturin av samleika okkara sum føroyingar. Vit vita tó, at nútíðar tøknin og samskiftið við umheimin ger, at útlendskt mál gerst alsamt størri partur av dagliga málinum í Føroyum. Tað hevur tí alstóran týdning, at vit gera tað vit kunnu fyri at geva føroyska málinum góða umstøður at mennast í, og í 2008 er fylgjandi dømi um átøk, ið verða gjørd málinum at frama:
Munandi økt játtan til føroyska skúlabókaútgávu.
Økt játtan til føroyska barnabókaútgávu.
Lesivegleiðaraútbúgving til fólkaskúlalærarar fyri at betra um lesiførleikan.
Fleiri tímar til 1., 2. og 3. flokk m.a. til føroyskt.
Verkætlan at týða MS Office og mest nýttu forritini til fartelefonir til føroyskt verður sett í verk.
Lýsingartilfar verður á føroyskum máli.
Mentanargrunnurin – umskipast og stykjast
Mentanargrunnurin skal mennast og umskipast til at fevna breiðari og gerast ein verulig mentanarumsiting. Hetta arbeiðið skal vera liðugt í august-september. Væntandi fer umsitingin av ávísum stuðulsjáttanum til mentanarøkið at verða flutt úr Mentamálaráðnum til Mentanargrunnin. Tí flyta ávísar stuðulsjáttanir, sum í dag, liggja undir Mentamálaráðnum væntandi til Mentanargrunnin í 2009.
Hartil skal játtanin til umsiting og stuðul hjá Mentanargrunninum uppraðfestast í 2009. Hetta er alneyðugt, um grunnurin skal kunna røkja sína ábyrgd og uppgávu mótvegis føroyska mentanarlívinum til fullnar.
Tjóðpallur Føroya – betri karmar
Tjóðpallur Føroya skal hava betri umstøður – fíggjarliga og tá umræður hølir. Arbeitt verður við stutt- og langtíðarætlan tá umræður hølisviðurskiftini hjá Tjóðpalli Føroya. Tá umræður játtan, so økist hendan smávegis í 2008, men í 2009 er ætlanin at hækka játtanina á eitt støði, ið kann tryggja, at Tjóðpallur Føroya kann mennast sambært teimum ætlanum, ið hava verið frá byrjanini.
Kringvarpið – ein røð av mennandi átøkum
Kringvarpið er ein týðandi mentanarberi í føroyska samfelagnum, og nógvar betringar standa eisini fyri framman. Átøk, ið verða framd í 2008 og 2009 eru:
Nýtt millumbylgjusendinet í 2008.
Dagført og fult útbygt FM-sendinet í 2008.
Uppskot til talgilt sjónvarpssendinet verður lagt til politiska viðgerð í næstum. Analoga sjónvarpssendinetið verður skift út við talgilt sjónvarpssendinet í 2008 ella 2009.
Arbeiðsbólkur arbeiðir við nýggjum kringvarpsgjaldi, ið verður sett í verk pr. 1. januar 2009.
Nýggjur public service sáttmáli skal gerast í næstum.
Uppskot til lóg um nýtt kringvarpshús er klárt. Um undirtøka fæst fyri hesum, verður lógaruppskotið lagt fyri Løgtingið á Ólavsøku.
Føroyska fólkakirkjan – 5 lógir ávegis
Ábyrgdin av málsøkinum fólkakirkjan varð tikin heimaftur til Føroya í fjør, og arbeitt verður við, at fáa seinastu lógarkarmarnar gjørdar hesum viðvíkjandi. Talan er um 5 nýggjar føroyskar lógir, ið mangla í, og hetta arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi og samskifti við allar avvarandi partar. Av øðrum málum innan fólkakirkjuøkið, ið hava týdning at fáa raðfest komandi tíðina er m.a. viðlíkahald av bygningum hjá fólkakirkjuni.
Ítróttur – langtíðar íløguætlan og OYL 2015
Eins og føroysku mentanarfólkini, so ganga føroysku ítróttarfólkini á odda í, at seta Føroyar á heimskortið. Hetta bera framúr góðu úrslitini í altjóða kappingum boð um. Á ítróttarøkinum eru eisini nógv átøk, ið kunnu gerast fyri at betra um umstøðurnar hjá føroyskum ítrótti, men neyðugt er at land og kommunur ganga hond í hond fyri at fremja nakrar av størru uppgávunum. Í løtuni eru tað serliga fylgjandi átøk, ið eru sett í gongd, ella eru ávegis:
Arbeiðsbólkur settur at gera neyðugar fyrireikingar til at fáa Oyggjarleikirnar til Føroya í 2015.
Stig verða í næstum tikin til, at land, kommunur og ÍSF í felag gera langtíðaríløguætlan fyri útbygging av ítróttaranleggum í Føroyum. Í hesum sambandi skal leikluturin og ábyrgdarbýtið hjá ymsu pørtunum eisini ásetast. Av ítróttaranleggum, ið mangla í løtuni kunnu t.d. nevnast innandura fótbóltshøll, 50 m. svimjihylur og ítróttarhallir runt landið – t.d. á Sandoynni.
Ítróttarfólk, ið nýta serliga nógv orku til venjing, kunnu taka miðnámsskúlaútbúgvingar yvir 4 heldur enn 3 ár.
Arbeitt verður miðvíst fyri, at Føroyar fáa limaskap í altjóða Olymiska felagsskapinum.
Fyri at menna luttøkuna hjá føroyskum ítrótti í altjóða kappingum, er málið at fáa uppraðfest hetta økið fíggjarliga í 2009.
Vitan og mentan eru avgerandi fyri sjálvbjargni
Kappingin um, at fáa ung at velja at búgva, virka og skapa í Føroyum – heldur enn í øðrum londum – er beinhørð. Tilboðini í útlondum eru nógv og spennandi, og er tað eisini vorið nógv lættari at búseta set aðrastaðni, men samstundis varðveita sambandið við Føroyar umvegis nútíðar tøkni og alsamt betri ferðasamband. Men talan er um eina kapping, ið Føroyar mugu vinna, tá umræður føroyska ungdómin. Tí eydnast tað ikki, at fáa ung at velja Føroyar – so kenna vit úrslitið.
Vit kunnu tó gleðast um, at har er nógv vit kunnu gera. Tí munandi íløgur í útbúgving, gransking og mentan kunnu skapa eitt føroyskt samfelag, ið er spennandi, livandi og fult út kappingarført við londini rundanum okkum. Men her eru stórar avbjóðingar fyri framman.
Átøkini og uppraðfestingarnar innan útbúgving í 2008 eru stig á røttu leið tá umræður útbúgving, men enn er tørvur á munandi uppraðfestingum innan mentan og gransking í Føroyum. Uppraðfestingar, ið verða at síggja í 2009, men eisini mugu síggjast og mennast komandi mongu árini.
Tí støðug hækking av vitanarstøðinum og eitt spennandi og skapandi mentanarlív, eru fyritreytir fyri einum kappingarførum vinnulívi, framkomnari vælferð og einum sjálvbjargnum føroyskum samfelagi.
Grundarsteinar undir einum sjálvstøðugum Føroyum.