Søgulig viðgerð av persónum

Sosialurin gjørdi eina viðtalu við høvundan av bókini um Sambandsflokkin í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá flokkinum

Jógvan Sundstein

Yvirskrivtin kom at ljóða, at »tað hevði kanska verið meira saft og kraft í at skriva um Jóannes Patursson«. Hetta fekk Rolf Guttesen at fara í blekkhúsið (nú eitur tað til telduna) og skuldsetur Sosialin fyri, at hann í yvirskrivtini »voldtekur grovliga sakina«. Tær viðmerkingar Rolf Guttesen síðani hevur um Jóannes Patursson hava so havt til fylgju, at umrøðan síðani meira hevur snú seg um Bóndan enn um Sambandsflokkin.
Eg hevði stutta grein í Sosialinum, hvar eg hevðist at orðavalinum hjá Rolfi Guttesen. Tað kom eitt aftursvar frá Rolf 25.august, sum tó ikki innihelt nakað serligt nýtt enn tað, at eg hevði eina grunna søguvitan og var óvitandi um nazisympatiir hjá ávísum persónum.
Tað er møguligt, ja helst sannlíkt, at Rolf hevur størri søguligan kunnleika enn eg havi, men harfyri havi eg væl loyvi til at reagera út frá tí kunnleika eg havi, og ikki minst út frá tí hugburði eg havi um vanligan fólkaskikk, tá ein skal skriva um søgulig fyribrigdi og ikki minst um persónar.
Jóannes bóndi varð væl drigin fram í viðtaluni í Sosialinum, tí hann var ein persónur, sum var ein mótsetningur til Sambandsflokkin og helst í veruleikanum eisini beinleiðis orsøk til, at Sambandsflokkurin varð stovnaður. Tað var jú hann, sum á Fólkatingið arbeiddi fyri meiri sjálvræði til Føroya Løgting og kom við »Tilboðnum« í góðum samskifti við táverandi danskar politikkarar. Sambandsflokkurin varð stovnaður fyri at forða fyri hesum.
Tað er greitt, at ein persónur sum Jóannes Patursson er sera áhugaverdur sum søguligur persónur. Tað er fyrst og fremst hansara politiska virksemi, sum hevur søguligan týdning og áhuga, men aðrir persónligir eginleikar og annað virksemi gevur jú eisini eina meira fjølbroytta mynd av manninum. Hinvegin kunnu einkultstandandi hendingar og pástandir beinleiðis geva skeiva heildarmynd av einum persóni, líka mikið hvør hann er.
Jóannes Bóndi varð føddur fyri 140 árum síðani. Tað var bert nøkur fá ár eftir, at monopolhandilin varð avtikin og stutt aftan á, at Løgtingið varð endurreist. Hann var longu tíðliga politiskt og samfelagsliga »vaktur«. Tað sæst longu meðan hann er á skúla í Noregi, og sæst týðiliga á jólafundinum í 1888 og stovnanini av Føringafelag í 1889. Hann var sum heilt ungur valdur á Løgting og sat har til hann segði seg frá í 1946, tá hann fyllti 80 ár. Hann livdi sostatt eitt langt lív og luttók í politikki alt sítt vaksna lív. Á ævi hansara broyttist nógv í Føroyum, og hann hevði beinleiðis ávirkan á nógv av tí.
Eingin persónur er ella var lýtaleysur, hvørki núlivandi ella deyður. Men ynski um at geva eina so fullgóða mynd sum møguligt av einum persóni, heimilar ikki til at koma við einkultstandandi pástandum, sum partvís eru veikt dokumenteraðir og partvís hava lítlan týdning í heildarmyndini. Serliga ikki tá beinleiðis endamálið er at broyta søguligu myndina og »seta viðkomandi upp á pláss«.(citat RG).
Tey fakta Rolf Guttesen førir fram eru:

At »JP hevði norska nazistin Adolf Hoel sum gest og agitator í Føroyum. JP visti, at Hoel var nazistur«.

At »JP ikki bert eina ferð skrivaði í í norska fascistavinarliga tíðarritinum Norsk Årbog. JP visti um linjuna í hesum riti«.

Spurningurin um dømingina og bedømingina av Hoel er fyrst og fremst eitt norskt mál, og tað sindrið eg havi kannað um mannin vísir, at norðmenn ikki bara hava negativt at bera honum, tvørturímóti.
Eg havi kannað eitt sindur um Norsk Årbok eisini. Har stendur, at bókin kom út í tíðarskeiðinum 1920-39, men steðgaði í samband við hersetingina. Bókin verður umrødd sum eitt týdningarmikið skrift hjá málrørsluni, og eitt savningarmerki fyri málfólk, sum vardu tað klassiska nýnorska málið.
Tá ið atlit verður tikið til tíðina í tríatiárunum verður torført at døma Jóannes Patursson fyri nakran »karakterbrist«, tí hann hevði havt samband við nevndu persónar og tíðarrit.
Rolf Guttesen avnoktar, at hann hevur skrivað sína grein í illsinni og hatri. Tað kann hann sjálvandi gera, men orðalagið vísir nakað annað. Eg má tí endurtaka tað sum eg skrivaði fyrru ferð, tað eru beinleiðis sitat úr greinunum hjá RG:

»Tíverri er eingin søgumaður, mær vitandi, sum hevur sett handan reaktionera bóndan upp á pláss. Hann var ein miðaldarleivd. Í 1930 var hann nazi-vinur.«

»Hann dró norskar nazistar til Føroya at agitera móti Danmark og fyri Anschluss til Noreg.«

»Hann var eitt umvandrandi, miðaldarligt fossil«.

»Hetta er Junkarin, góðseigarin, miðaldarleivdin, ein stokk-konservativur politikkari.«

Tað er støðið í skrivingini, sum eg reageri ímóti. Rolf Guttesen kann hava hvørja meining hann vil fyri mína skuld, bæði um Jóannes Patursson og eitthvørt annað mál. Men av einum universitetslektara eigur ein at krevja ein ávísan kvalitet.
Til seinast skal eg bert viðmerkja, at eg framvegis eri púra sannførdur um, at tað er sjálvstýrisrørslan og tjóðskaparkenslan, sum er grundarlagið undir øllum framburði í bæði Føroyum og einum hvørjum landi. Tá hon og kenslan av samleika eru burtur, er stórur partur av lívsvirðunum burtur.