Søgulig skaldsøga eftir Sonna

Forlagið Ytstifjórðingur hevur givið út bókina "Úr támi tíðarinnar" eftir Sonna Jacobsen

"Úr támi tíðarinnar" er søgulig skaldsøga. Umframt at siga ástarsøguna millum tvey tænastufólk á bygd í Føroyum í 1701, verður í bókini roynt at lýsa veruliga umhvørvið og liviumstøðurnar, ið tá vóru.

Flestu føroysku søguligu skaldsøgurnar ganga fyri seg fyrst í 1900-árunum og í 1800-árunum, og snúgva seg um rembingarnar, tá ið vit fluttu okkum frá at vera eitt bóndasamfelag til eitt fiskivinnusamfelag.

Samfelagið í 1700-árunum er ikki merkt av hesum og er eisini í mangan annan mun øðrvísi enn tað sama. Og so øðrvísi frá okkara tíð, at tað fyri tí kundu verið á aðrari gongustjørnu.

Eftir sum møguleikin var til tað, verða oftast verulig fólk og hús í Vágum í 1701 brúkt til kolissu í bókini.

"Úr támi tíðarinnar" er í flestum førum bygd á søguligar keldur, og hava fleiri av tilburðunum í bókini sostatt verið.

"Úr támi tíðarinnar" er 191 blaðsíður til støddar og kostar 149 krónur í bókabúðunum, er prentað hjá Dimmalætting. Stuðlað útgávuni hava Mentunargrunnur Føroya Løgtings og Fjølrit.