Eftir eitt sindur av rumbli hevði stungið seg upp undan ólavsøku um, hvør skuldi halda ólavsøkuprædikuna, gjørdist greitt, at varamaðurin hjá Ólavi Rasmussen, Inga Poulsen Dam, endaliga fekk heiðurin at halda prædikuna í ár.
Undan prædikuni segði hon seg vænta, at hon fór at taka tað søguliga við í prædikuni, og so var eisini. Hon heldur, at tað søguliga í ólavsøkusiðinum bæði er spennandi og avbjóðandi, og hóskar væl til eina prædiku á tjóðarhátíð hjá føroyingum.
? Eg haldi tað er gott at síggja arv, fólk og tjóðina í ljósinum av evangeliunum, og tí valdi eg tey høvuðsevnini í prædikuni, sigur Inga Poulsen Dam
Sum vanligt er á ólavsøku, so var Dómkirkjan fullsett týsdagin. Teksturin ólavsøkudag var úr Matteus 16.
Tingið og kirkja knýtt
Inga Poulsen Dam segði í prædikuni, at ólavsøkan altíð hevur verið ein kirkjulig høgtíð.
Hon nevndi, at ting og kirkja hava gjøgnum tíðina verið tætt knýtt. Tað er ein gamal siður, at gudstænastan opnar tingsetuna á ólavsøku, og at siðurin hevur djúpar søguligar røtur.
Inga metir, at siðurin við gudstænastu undan tingsetuni gevur landsins politikkarum nakað at hugsa um. Teir eru valdir av fólkinum, og teirra uppgáva er at bera so í bandi, at fólk hava tað gott, og tað er sama Guds vilji.
-Hetta hava vit av og lyndi til at gloyma, og tí metti eg tað vera sera hóskandi at samantvinna tingsetuna og kirkjuna, sigur
Inga Poulsen Dam
Brú og Hemmingway
Stórur partur av prædikuni hjá Ingu ólavsøkudag var bygdur um kantaduna hjá Heðini Brú, Fedranna tala. Inga sigur, at hon fyri langari tíð síðan gjørdi av, at dagurin, hon skuldi halda ólavsøkuprædikuna, ætlaði hon sær at nýta kantaduna hjá Heðini Brú.
?Teksturin hjá Matteus er rættiliga relevantur til Fedranna talu, og vit kenna okkum aftur í tí Heðin Brú skrivar um, og tí valdi eg at nevna Fedranna talu í prædikuni, sigur Inga Poulsen Dam.
Umframt Heðin Brú, nýtti Inga eisini Ernest Hemmingway í prædikuni. Í søguni "Gamli maðurin og havið" skrivar Hemmingway um fátæka mannin, sum fær tann stóra fongin. Dømið við Hemmingway er nýtt til at vísa á, at menniskja ikki skal binda seg til lívið og menniskju, tá veruligi vinningurin er, tá vit siga farvæl her á foldum.
? Lívið fáa vit frá foreldrum okkara og okkara medmenniskjum, men einaferð missa vit lívið, og júst tað verður lýst væl í tekstunum hjá Heðini Brú og Hemmingway, og tí hóskaðu teir væl inn í prædikuna, greiðir Inga Poulsen Dam frá.
Alt byrjar og endar íGudi
Inga Poulsen Dam róð eisini nógv framundir í prædikuni um søguliga við kristnidóminum. Hon nevndi, at nógv er skrivað og sagt um kristnidómin, men tað undrunarverda er ikki tað, sum í liggur mannahondum, vilja og tanka. Loynidómurin liggur hinvegin í Gudssøgu, har tað ikki eru vit, sum lesa søguna, men søgan sum lesur okkum.
? Tað er bara Gud, sum kann fortelja søguna um seg, tí alt byrjar og endar í Gudi, og í kristnidóminum hava vit tað fullkomnu søguna greiðir, Inga Poulsen Dam at enda frá.