Søgulig íløga í Grønlandi: Nýggir flogvøllir á veg

Ein flogvøllur skal byggjast og tveir skulu útbyggjast

Landstingið í Grønlandi samtykti í gjár umstríddu ætlanina um bygging og útbygging av flogvøllum í Grønlandi. 

 

Talan er um størstu íløgu í grønlendsku søguni, og nú er endaliga avgjørt at halda fram við verkætlanini. Verkætlanin umfatar eina nýbygging av flogvølli í Qaqortoq og útbyggingar av flogvøllunum í Nuuk og Ilulissat. Arbeiðið kemur at kosta 3,6 milliardir krónur.

 

18 atkvøddu fyri, níggju ímóti, meðan tvey ikki atkvøddu. Sostatt var greitt fleirtal fyri tí sokallaða floghavnspakkanum.  

 

Inuit Ataqatigiit, Samarbejdspartiet og Partii Naleraq atkvøddu ímóti, umframt tvey umboð frá IA atkvøddu ímóti. Siumut, Atassut, Nunatta Qitornai og Demokraterne atkvøddu fyri. 

 

Sum partur av ætlanini skal flogfelagið Air Greenland framyvir hoyra til grønlendsku stjórnina. Higartil hevur SAS átt 37,5 prosent og danska stjórnin 25 prosent av flogfelagnum. Hini 37,5 prosentini hoyrdu til Air Greenland.

 

Verkætlanin verður m.a. fíggjað í samstarvi við Danmark. Danmark spýtir 700 milliónir í, sum ger, at danska stjórnin kemur at eiga við í felagnum. Talan verður eisini um eitt lán á 450 milliónir.

 

Jákup Sverri Kass og Jóhannus Egholm Hansen eru við í nevndini í Kalaallit Airports, sum hevur fyrireikað flogvallaverkætlanina í Grønlandi.