Søgulig kirkja 75 ár

Trinitatissunnudag eru 75 ár, síðani Gjáar kirkja varð vígd. Hon er tann fyrsta føroyska kirkjan, sum varð vígd á føroyskum máli

Trinitatissunnudagur tann 29. mai í 1929 var ein søguligur dagur við Gjógv. Tá varð kirkjan í bygdini vígd. Men dagurin er ikki bara søguligur í Gjáar bygdarsøgu, men í føroyskari kirkjusøgu, tí hetta var tann fyrsta kirkjuvígslan á føroyskum máli.
Tað vóru gjáarfólk, sum vildu hava kirkjuna vígda á móðurmálinum. Jóhan Kallsoy, sum var lærari í bygdini, skrivaði Jákupi Dahl, prósti, bræv við áheitan um, at alt, sum bleiv sagt í kirkjuni hendan fyrsta dagin, skuldi verða á føroyskum. Í brævinum skrivaði hann:
"Tá ið tað nú ikki verður leingi, til kirkjan her er liðug, og ætlan okkara er, at hon skal verða vígd, tá ið skipsfólkið kemur aftur av Suðurlandinum um hvítusunnuleitið, vilja vit heita á tygum um at leggja okkum lag á við fyrireikingini til vígsluhátíðina.
Vit rokna við sum sjálv-andi, at tygum víga kirkjuna, og tað er alment fólkaynski her, at vígslan skal vera fullfíggjað føroysk. Hvat ið krevst til tess, vóna vit, at tygum vilja lata okkum vita í góðari tíð frammanundan, so at alt kann fyrireikast á besta hátt."
Fyri at kunna eftirlíka ynskinum frá bygdarfólkinum mátti prósturin spyrja seg fyri hjá biskupinum á Sælandi. Sjálvur gav prósturin áheitanini frá gjáarfólki síni bestu viðmæli. Tað vísti seg, at biskupurin hevði einki ímóti, at kirkjan bleiv vígd á føroyskum.
Í brævinum hjá Jóhan Kallsoy til Jákup Dahl sæst, at gjáarfólk vilja hava vígsluna at vera "fullfíggjað føroysk". Tí vóru sálmarnir eisini føroyskir. Nevndin, sum skipaði fyri, hevði í samráð við próstin biðið H. N. Jacobsens Bókahandil í Havn prentað eitt lítið hefti við serligum vígslusálmum. Í heftinum vóru fimm sálmar. Teir vóru "Vit halgan anda biðja nú", "Á hesum halga Harrans stað", "Kirkjan hon er eitt gamalt hús", "Yndislig føgur" og "Títt orð er, Guð, várt arvagóðs".
Í hesum sambandi kann verða nevnt, at prósturin yrkti sjálvur sálmin "Á hesum halga Harrans stað" í 1929, og tí er hugsandi, at hann yrkti hann júst til ta søguligu kirkjuvígsluna við Gjógv.
Hátíðarløta
Tað er einki at ivast í, at kirkjuvígslan hevði eisini verið ein hátíðarløta, sjálvt um kirkjan hevði verið vígd á donskum máli, men so mikið størri var løtan, tá kirkjufólkið hoyrdi próstin tosa á móðurmálinum, og allir sálmarnir vóru á føroyskum.
Í bók síni um Gjáar søgu hevur Petur J. Sigvardsen hesi brotini frá fólki, sum vóru í kirkjuni hendan dagin:
"Teir ikki bert lurtaðu við oyrunum, men sjónligt var, at orðini fangaðu hinar djúpastu hjartastreingirnar. Í tí steinstappaðu kirkjuni var kvirt sum í grøvini - ein heilag andakt, sum neyvan nøkur fekk makan hvørki áður ella seinri."
"Eingin hevur upplivað slíka hátíðarløtu nakrastaðni. At síggja hesar gomlu gjáarmenninar! Teir sótu við táravættum eygum og lýddu á gleðiboðskapin á teirra egna tungumáli. Og tá ið Dahl fór upp á prædikustólin at prædika á føroyskum, tá søkk Ringberg, amtmaður, longur og longur niður í stólin."
Hinir donsku gestirnir í kirkjuni sukku ikki niður í stólin. Teir fýra donsku prestarnir, sum vóru í kirkjuni, lósu tekstir á føroyskum, og skiparin á "Islands Falk", sum var komin við amtmanninum, próstinum og øðrum, sang av fullum huga.
Eftir vígsluna var barnadópur. Tvey børn vórðu borin til dópin, og dópurin var eins og vígslan á føroyskum máli. Hetta var helst fyrstu ferð, at børn vórðu doypt á føroyskum undir einari guðstænastu.
Suður og norður
Kirkjurnar í Føroyum venda eystur og vestur, men kirkjan við Gjógv vendir suður og norður við torninum norðureftir.
Upprunin til hugskotið at venda kirkjuni suður og norður var, at á tann hátt sæst hon best frá sjónum. Soleiðis sum hon stendur í bygdini, er hon tað fyrsta, sum kemur undan, tá skip og bátar koma innan av havinum, og hon er so eisini tað seinasta, sum fer undir, tá farið verður til havs.
Ein onnur frágreiðing, sum eisini hevur verið nevnd, er, at menn valdu at venda kirkjuni soleiðis, so at dyrnar venda ímóti bygdini, og at kirkjan á tann hátt bjóðar bygdarfólkinum innar.