Søgulig grundstykki á Tvøroyri

Tvøroyrar kommuna fer nú at útvega grundstykki til tey, sum hava hug at búsetast í kommununi.

Hetta er søguligt, tí so løgið tað ljóðar, er hetta fyrstu ferð, at kommunan á Tvøroyri sjálv hevur grundstykki at bjóða fólki, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri. Grundstykkini verða 20 í tali og tey eru á Heiðatrøðini miðskeiðis í býnum. Tað er ein trøð, sum kommunan keypti nakað síðani til ymisk endamál. Í hesum sambandi hevur kommunan gjørt sáttmála við Articon um at gera økið klárt at búgva á og í hesum sambandi skal kloakk gerast, umframt vegur og gøtuljós. Arbeiðið skal vera liðugt fyrst í mars. Hinvegin skulu tey, sum byggja, sjálvi gera stykkini byggibúgvin. Á myndini skriva Kristin Michelsen, vm og Jón Danielsen frá Articon undir sáttmálan. Jákup Enni frá Articon, hm, hyggur at.