Søgulig FA Cup finala í dag

FA Cup finalan, sum verður á Wembley leikvøllinum í London kl. 15 í dag, er søgulig og sjáldsom á mangan hátt. Portsmouth og Cardiff hava bæði vunnið FA Cup finaluna. Men ein krevur at verða nærum 80 ár ella eldri fyri at minnast finaluna. Portsmouth vann FA Cup finaluna í 1939 við einum 4-1 sigri á Wolverhampton, og Cardiff vann kappingina í 1927 við einum 1-0 sigri á Arsenal. Finalan í 1927 var tann fyrsta finalan, sum var beinleiðis útvarpað á BBC. Cardiff er tað einasta walisiska liðið, sum hevur vunnið FA Cup kappingina. Portsmouth er tað liðið, sum hevur havt steypið longst í varðveitslu. Eingin steypakapping var árini 1940 til 1945, orsaka av seinna heimsbardaga. Fyrst í 1946 var FA Cup aftur á skránni, og tá mátti Portsmouth lata steypið til Derby, sum vann 4-1 á Charlton í finaluni. Í Cardiff vóna teir til tað síðsta, at Robbie Fowler verður klárur aftur, eftir ein langan steðg við skaðum. Annars verða tað Paul Parry og Jimmy Floyd Hasselbaink, sum verða í álopinum. Portsmouth væntar, at royndu mennirnir, David James í málinum og Sol Campell í verjuni verða klárir at tørna út fyri felagið. Jermain Defoe sleppur ikki at spæla við Portsmouth í FA Cup kappingini hetta kappingarárið, tí hann kom úr Tottenham í hesum kappingarárinum. Portsmouth verður mettur at verða ein lítil favorittur, men hvør veit um Cardiff ikki fer at endurtaka roysnið frá 1927? Bæði enski tjóðsangurin, og walisiski tjóðsangurin, sum eitur ?Hen Wlad Fy Nhadau? verða sungnir áðrenn finaluna í dag.