Mánadagurin 17. august var søguligur á Føroya Læraraskúla. Sama dag, sum tað eftir summarfrítíðina varð farið undir aftur lesturin, varð bók útgivin, sum serliga er ætlað teimum lesandi á Læraraskúlanum. Hetta man vera fyrsta ferðin yvirhøvur, at bók verður útgivin, sum serliga er ætlað teimum lesandi á Læraraskúlanum, soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Føroya Læraraskúla, flsk.fo, og tað verður hildið fram:
Heitið á bókin er Málvísindi 1, og tað eru Jógvan í Lon Jacobsen, lektari á føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, og Jonhard Mikkelssen, lærari í føroyskum á Læraraskúlanum, sum hava lagt bókina til rættis.
Tveir spurningar seta sjøtul á bókina, sum lýsir nøkur málvísindalig meginhugtøk. Annars purningurin er Hvat eru málvísindi? og hin er Hvat eru samfelagsmálvísindi?
Bókin er annars savn av greinum og kanningarúrslitum, ið viðgera stórar føroyskar málspurningar. Hvønn hugburð hava vit til
ensk lániorð?
føroysk nýggjyrði?
kjatt og sms-mál?
málrøkt og purismu?
almennan málpolitikk?
Er føroyskt mál farið at vikna?
Verður føroyskt mál nóg væl røkt?
og mangt, mangt annað forvitnisligt.
Føroysku greinarnar hava Jógvan í Lon Jacobsen og Jonhard Mikkelsen skrivað. Carl Jóhan Jensen hevur umsett tvær greinar til føroyskt.
Umframt til læraralesandi og pedagoglesandi er bókin ætlað til undirvísing á hugvísindadeild Fróðskaparsetursins og til undirvísing í miðnámsskúlum. Forlagið Sprotin hevur givið Málvísindi 1 út.
kelda: flsk.fo










