Sands Bygdasavn hevur aftur í ár givið út søgurit Kvørnin, um bygdir og fólk í Sandoynni, og sum í teimum undanfarnu ritunum, so er áhugavert tilfar at lesa. Høvuðsevnið hesuferð er drúgv søgulig frágreiðing um havnina í Skopun og fólk á Skarvanesi. Seinasta fólkið á Skarvanesi varð jarðað í fjør.
Jens Marius Hentze hevur skrivað greinin um Skopunnar Havn og greinin er lýst við forvitnisligum myndum og tekningum. Og so oysir hann eisini av søguni í Skopun, sum vit, íð ikki kenna til Skopun meira enn heilt almindiligt, ikki hava hoyrt. Skopun, sum vit kenna bygdina í dag, varð grundað í 1833, men í sekstiárunum komu teir fram á forna steinseting í Álvabø og hendan lýsir búseting úr miðøld. Also, teir fyrstu skopunningarnir vóru katolikkar og teirra gen, streyma ivaleyst í føroyinginum enn, hóast vit einki vita um hetta.
Skarvanes er miðaldarbygd og søgan er væl lýst í Kvørnini. Tilfar hjá Eyðun Winther, sála hava verið dyggur stuðul undir frásagnunum um fólk knýtt at Skarvanesi. Eyðun varð føddur í Vestmanna, vaks upp á Sandi, har pápin var sýslumaður og búði seinastu árini á Skarvanesi. Hann var góður við søguna og nógv tilfar lá eftir hann, tá hann doyði í 1988. Konan Emma Winther, fyrrverandi kommunulækni í Fuglafirði hevur nú gjøgnumgingið tilfarið og skrivað tað inn á teldu. Útgevararnir av Kvørnini siga, at uttan tilfarið hjá Eyðun, høvdu greinarnar um Skarvanes verið tunnar.
Eisini eru fleiri aðrar áhugaverdar greinar í Kvørnini, meira verður ikki avdúkað her, tí hon er skrivað fyri at fáa pening til vega til Sanda Bygdasavn og fyri 70 krónur, sum ritið kostar, kunnu lesararnir fáa meira at vita.
Gamli Guttormur á Skarvanesi 1826-1917. Meira um hann í Kvørnini, sum er at fáa í bókabúðunum