Søgufalsan ella óvitinheit?

Thomas Arabo

Nýggju karmarnir - fólksins vilji?
Ja, tað sær soleiðis út. Bara ein flokkur, ið umboðar ein minniluta av føroya fólki leikar í ímóti lógunum. EU er í tí øvugtu støðu. Har hava politikararnir samtykt nakað, sum ein meiriluti av fólkinum ikki vil vita av. Nýggju karmarnir eru væl í tráð við sjálvstýrislógina hjá Javnaðarflokkinum. Sjálvstýrislógin var tilevnað einaferð í 80unum, men hon bleiv nokk ikki almenn, fyrr enn fyrst í 90unum, tí, sum Atli Dam sáli plagdi at siga, tingini mugu búnast og ein má hava fólkið við. Nú kunnu vit skipa okkum sum vit vilja og ganga sjálvstýrisleið, um tað er viljin, og um ein meiriluti einaferð vil fara úr danska ríkinum, so verður tað gjørt.
Blokkstuðulsmytan
Blokstuðulsniðurskurðurin er aftur á bananum. So vítt eg dugi at síggja, so royna tjóðveldisfólk at umskriva søguna, ella eru tey bara óvitandi um blokkin. Heri Mohr roynir at geva teimun tann tekniska veruleikan inn við skeið - hann kennir alt hatta og hevur altíð skil í tí, hann sigur. Eg skal royna at skoyta eitt sindur uppí frá tí politisku síðuni. Refusiónin frá statinum, sum tað so flott kallaðist, bleiv partvís koyrd í blokk í 1988. Tjóðveld-isflokkurin, sum var við í Landsstýrinum tá, vildi hava alt í ein blokk, sum so skuldi fara inn á fíggjarlógina. Vit í javn-aðarflokkinum søgdu nei til at almanna og heilsuverkið skuldi við í blokkin, tí vit vóru bangin fyri at pengarnir so endaðu sum stuðul til fiskivinnuna. Í 1993 fór so øll refusión í blokkin, og hetta var eftir kravi frá dønum. Teir vóru væl bangnir fyri, at vit og teir mistu tamarhaldið á kreppuni, um skipanin ikki bleiv foreinklað.
Vinnulívstuðul og blokkur
Longu í 1992 bleiv lóggivið um niðurskurð í stuðulinum til fiskivinnuna soleiðis, at tá blokkurin bleiv, sum hann var áðrenn niðurskurðin, so var longu stórur partur av hesum stuðuli burtur. So har hevur blokkurin ongantíð verið nýttur. Tjóðveldisformaðurin eigur at vita at søgufalsan kann ikki gerast, meðan aktørarnir liva.
Tey ríkastu og skattalættar
Tjóðveldisformaðurin sleingir um seg, við at skattalættin, ið nú verður givin, fer til tey ríkastu. Tað, veit hann, passar ikki, tí tey hægstløntu í hesum land-inum eru vard av 50% regluni ið ger, at tey stórt sæð hvørki kunnu fáa hægri ella lægri skatt. Lættin sigst vera størstur hjá inntøkum á umleið 20.000 krónur um mánaðin. Har eru nógvar barnafamiljur og ungfólk ið akkurát hava sett búgv, og soleiðis sum samfelagið undir fullveldislandsstýrinum er gliðið í móti at verða eitt brúkaragjaldssamfelag, so haldi eg ikki, at vit eiga at verða so forargaði inn á hendan bólkin, sum nú verða útnevnd til at vera tey ríku í samfelagnum.
Tey lægstløntu og brandskatting
Tá íð tjóðveldisflflokkurin gjørdi oljugjaldið fast, so var tað einki minni enn harðasta brandskatting av láglønarfólki í nýggjari tíð - hvørki meira ella minni. Harafturat so sleppur ein næstan ikki út um einar dyr, uttan onkur skal hava eitt brúkaragjald.
Blokstuðulsniðurskurðurin - ein brølari
Hvussu víkir og vendir, so var tað ein brølari at forera danskarunum hasar pengarnar. Ein faktura skal enda onkustaðni, og givið er, at fíggjarlógin kann ikki síggja út sum hon ger í allar ævir, og burturforkláringar hjá tjóðveldisfólki muna lítið í tí spælinum.