Søgu- og samfelagsdeildin komin fyri seg aftur

Virksemi á Søgu- og samfelagsdeildini hevur verið avmarkað seinasta árið, men nú verður aftur farið undir skipaðar útbúgvingar bæði í søgu, stjórnmálaðafrøði og samfelagsvísindum. Deildin væntar, at nógv fólk fara at søkja hesar útbúgvingar. Umsóknarfreistin er 14. juni 2010, men eru pláss, so kann søkjast seinni eisini.

Seinasta fíggjarár varð játtanin hjá Setrinum lækkað so mikið nógv, at stýrið avgjørdi eingi nýggj lesandi at taka upp heystið 2009, men tey ið vóru byrjað fingu høvi at gera seg liðug við útbúgvingarnar á bachelorstigi. Harumframt bjóðaði deildin út nøkur stakskeið, sum hava verið ógvuliga umhildin.

Eitt tað mest umhildna skeiðið á deildini er Grundskeið í lóg. Hvørja ferð skeiðið hevur verið lýst, hava fleiri søkt enn rúm er fyri, og skeiðið verður eisini hildið í heyst. Somuleiðis er deildin farin undir skeið á masterstigi. Í hesum sambandi er vert at vita, at Fróðskaparsetrið hevur gjørt ta avtalu við Københavns Universitet, at skeið tikin á Fróðskaparsetrinum, sum lúka ávísar treytir, kunnu góðskrivast sum partur av útbúgvingini í løgfrøði við Københavns Universitet.

Fleiri enn 100 einstakar umsóknir vóru til lógskeið í vár.

Ein júst liðugur cand. jur. hevur brúkt henda møguleika. Hann tók masterskeiðið Føroyskan kollektivan arbeiðsrætt á Fróðskaparsetrinum og fekk tað góðskrivað á cand. jur. við Københavns Universitet. Skeiðini bæði Føroysk fyrisitingarlóg og Mannrættindi og revsirættur í Føroyum, sum nú verður undirvíst í, eru á sama stigi og fara eisini at kunna verða góðskrivað bæði á Københavns Universitet og eisini í sambandi við komandi masterútbúgvingar í lóg og stjórn á Fróðskaparsetrinum.

At Mentamálaráðnum eydnaðist at sannføra Løgtingið um at hækka játtanina til Setrið fer at geva nógvum føroyingum høvi at fara undir hægri útbúgving í søgu, stjórn og almennum samfelagsvísindum komandi lestrarár, sum byrjar við pisuskeiði beint fyri 1. september.

Av tí at steðgur kom í undirvísingina, hevur deildin nýtt høvi til ikki bert at endurskoða alla undirvísingarskipanina, men eisini tær einstøku útbúgvingarnar og námsskipaninar fyri tær einstøku lærugreinarnar. Hesar verða nú innan leingi at síggja á heimasíðu Setursins. Hetta er alt gjørt at fáa sum mest burtur úr játtanini. Nú verður eisini nógv liðiligari og lættari hjá studentunum at leggja sær útbúgvingina til rættis. Harumframt verður meginparturin av øllum skeiðunum eisini boðin út sum stakskeið, ið fólk kunnu taka sum eftirútbúgving – men tá krevst luttøkugjald.

Nú verða frá byrjan tríggjar ymiskar bachelorútbúgvingar við nakað av felags lestri - og deildin fer at taka studentar inn á hvørjum ári. Tvey tey fyrstu árini verður undirvíst bæði í bundnum skeiðum og valskeiðum. Munur verður ikki gjørdur á fyrsta og øðrum ári, so til ber at hava fak saman við øðrum lesandi bæði á fyrsta og øðrum ári.

Tey ymsu fakini er skipaði í skeið. Øll skeiðini á fyrsta og øðrum árini kunnu takast í teirri raðfylgju, sum tey lesandi sjálvi velja; fakini treytað ikki hvørt annað. Triðja árið fer fram spesialisering í søgu, stjórn ella lisið verður alment innan ymisk samfelagsvísindi. Almenna bachelorútbúgvingin í samfelagsvísindum er tann mest fría av bachelorútbúgvingum okkara.

Fólk við samfelagsvísindaligari útbúgving eru sera nógv eftirspurd í almennari sum privatari fyrisiting. Mong søkja inn á hesar útbúgvingar at menna og útbúgva seg (eisini eftirútbúgva seg) við neyðugum umsitingarligum førleikum. Omaná bachelorútbúgvingarnar verður so seinni skipað fyri masterútbúgvingum í t.d. søgu, stjórn, mentan og lóg.

Hvørja lestrarhálvu fyrstu tvey árini skulu tey lesandi vanliga velja trý fak (10 ECTS hvørt) Útbúgvingarnar byrja frá umleið 1. september og verða tey fyrstu skeiðini hesi:

Grundskeið í lóg (10 ECTS – kann eisini takast sum 15 ECTS)
Mentanarfrøði (10 ECTS)
Føroysk nýtíðarsøga (10 ECTS
Samfelagsvísindalig háttaløg (10 ECTS)
Búskapur og samfelag (10 ECTS)

Lestrarhálva svarar til 30 ECTS og heil bachelorútbúgving telir 180 ECTS. Uppi í hesum er eisini bachelorritgerð.

Søgu- og samfelagsdeildin heldur til í Jónas Broncks Gøtu 25 í rúmligum og góðum hølum.

HYPERLINK "http://www.setur.fo/fo/soegu_og_samfelagsdeild/"http://www.setur.fo/fo/soegu_og_samfelagsdeild/