Stóra stríðsmálið hevur verið økta rakstrargjaldið til støðina. Sosialurin visti mikudagin at siga, at um ikki rakstrargjaldið var goldið á middegi tá, t.v.s. mikudagin 10. januar kl. 12.00, so fingu førararnir onga túr frá støðini aftur.
Men partarnir hava síðani fundast og tosað saman. Sosialurin skilir, at partarnir hava forstáilsi hvør fyri øðrum og at báðir partar vóna, at teir koma fram til eina skilagóða loysn.
Hýruvognsførararnir skulu aftur á fund í næstum. Ógreitt er nær tann fundurin verður, men sum skilst verður tað neyvan komandi tvær vikurnar.
Inn til tað tíð koyrir alt sína dagligu gongd á støðini.










