Skuldu vit mett eftir tíðini, tað hevur tikið at fingið ein enda á hesum málinum, skuldi ein trúð, at talan var um einki minni enn eitt stórmál.
Men so er ikki!
Hetta er eitt mál um eina 40 fót bingju sum ein bóndi hevur brúkt at goyma hoyggj í.
Men tað hevur tikið útvið 20 ár at fáa enda á sakini. Og endin var, at nú má bóndin taka bingjuna burtur - ella í minsta lagi flyta hana einar 100 metrar.
Tað var fyri umleið 20 árum síðani, at ein bóndi keypti sær eina 40 fót bingju at seta í hagan at goyma hoyggj í, tí hann hevði onki hoyggjhús.
Áðrenn hann setti bingjuna upp, spurdi hann bæði kommununa og Landsverk, men haðani var ongin viðmerking.
Bingjan stendur einar 200 metrar frá eini á.
Og akkurát her er trupulleikin, tí av tí, at áin er meiri enn fýra metrar breið, krevur náttúrufriðingarlógin, at hon er minst 300 metrar burtur frá.
Tí varð málið tikið upp og síðani hevur tað reikað runt í skipanini, har bæði friðingarmyndugleikar, kommunustýri og Føroya Rættur hava verið upp í leikinum.
Men nú fær tað ein enda. Føroya Rættur dømdi nakað síðani bóndan at fáa bingjuna burtur av staðnum, men hann hevur ikki aktað.
Tí er hann einaferð enn drigin í rættin, har ákærin vil áleggja honum at betala bót fyri at sýta at gera eftir boðum. Men harafturat skal bóndin hava tvingsilsbøtur, til bingja er burtur.
Bóndin skilir onki av, hví akkurát hansara bingja skal takast burtur úr rúgvuni, tí tað stendur eitt ótal av bingjum og sløðist í haganum.
Men trupulleikin er, at hansara bingja stendur nærri enn 300 metrar frá eini á, sum er minst fýra metrar breið og tað er munurin á hansara bingjum og øðrum bingjum.
Men nú skal so Føroya Rættur einaferð enn taka støðu til málið. Bóndin er sinnaður at fáa bingjuna burtur, men trupulleikin er, at hon er full av hoyggi og tí bað hann um freist til 1. juni og tað hevði ákærin onki ímóti.
Tá lovaði hann at flyta bingjuna, ella í minsta lagi a flyta hana 100 metrar afturat burtur frá ánni