??Kári Mikkelsen, sum er kunningarráðgevi og politiskur viðmerkjari, heldur, at tað er trupult at seta nøvn á fólk, sum hava møguleika fyri at vinna sær sess í Løgtinginum.
- Eftirsum tað eru meira enn tvær vikur til løgtingsvalið, og valstríðið nóg illa er komið í gongd, haldi eg tað vera ov tíðliga at seta nøvn á, hvør kann roknast við at koma inn og ikki. Tí vil eg halda meg frá hesum, til vit eru nærri valdegnum og betri hava sæð, hvør stendur seg væl, og hvør veruliga hevur nakað upp á hjartað, sigur hann.?
- Í útgangsstøðnum kann sigast, at tey sum longu sita á løgtingi avgjørt hava ein fyrimun, tí tey longu hava roynt seg í politikki og luttikið í upp til fleiri valstríðum.?Eingin veljarakanning er gjørd enn, og tað ger tað eisini trupult at peika nýggjar politikarar út, heldur Kári Mikkelsen.
?- Vit vita als ikki, hvussu eitt møguligt floksbýti kann koma at síggja út, sjálvt um vit nýliga hava havt eitt fólkatingsval. Tað kann sjálvandi peika á ein tendens. Hinvegin má roknast við, at teir flokkarnir, sum stóðu seg illa har, fara at spenna seg upp aftur meira út í valstríðnum til løgtingsvalið. Og tí ivist eg stórliga í, um úrslitið av fólkatingsvalinum kann brúkast til so øgiliga nógv.?
Fleiri kend fólk
- Eitt, sum serkennir hetta valið, er, at tað neyvan nakrantíð fyrr hava verið so nógv kend fólk frá øðrum høpi enn politikki - journalistar, serfrøðingar ella í aðrar mátar kend fólk - ið stilla upp. Tað haldi eg heilt avgjørt hongur saman við, at effektin av, at vit nú bert hava eitt valdømi, av álvara er sligin ígjøgnum. Eg ivist onga løtu í, at fleiri av hesum hava latið seg lokkað til at stilla upp, tí tey kunnu tryggja sær atkvøður úr øllum landinum, júst tí tey eru kend, sigur Kári Mikkelsen, ið sjálvur er útbúgvin journalistur.
Er tað gagnligt fyri politisku skipanina, at flokkarnir fara eftir kendum fólkum, uttan mun til um hesi hava royndir ella ikki? ?- Tað er tað møguliga í mun til at fáa fleiri atkvøður til flokkin, men annars er tað ivasamt, tí hvønn politikk fara hesi at føra? Hoyra tey veruliga heima í tí flokkinum, sum tey hava latið seg stilla upp fyri?
Vit vita heldur ikki, um tey hava neyðuga politiska hegnið og tolnið, sum skal til fyri at gera seg galdandi í politikki.
Men tað skal sjálvandi standa sína roynd. Tey skulu hava sama møguleika, sum allir aðrir samfelagsborgarar at nýta sín demokratiska til rætt at stilla upp.?- Ein onnur baksíða er, at tað verður torførari hjá veljarunum at skilja ímillum, hvat flokkarnir standa fyri, tí sum heild eru hetta ikki fólk, sum eru uppvaksin í flokkunum og harvið hava stevnuskránna og harvið politikkin í merginum.
Nógv fjølmiðlafólk stilla upp. Hví man tað vera? ?- Nógv fjølmiðlafólk eru rættiliga kend. Serliga tey, sum arbeiða ella hava arbeitt í sjónvarpinum, so tað er væl rættiliga natúrligt, at flokkarnir venda sær til tey, um teir vilja hava nógv kend á listan.
Hinvegin so hava fjølmiðlafólk eisini rættiliga nógvar meiningar um hetta og hatta; ikki minst politikk. Tað er sostatt rættiliga nærliggjandi, at eisini tey leita sær upp í politikki fyri at fáa ávirkan ella verða biðin um at stilla upp fyri ein flokk. Hetta er ikki nakað eindømi fyri Føroyar; tað finst allastaðni.
Óheppið fyri fjølmiðlaflutningin?
Er tað gagnligt, at so nógv frá sokallaða fjórða statsvaldinum fara upp í politikki? ?
- Tað er møguliga ein trupulleiki fyri demoratiið, at so nógv fjølmiðlafólk og serfrøðingar royna at koma sær upp í politikk, tá vit nú ikki hava so nógvar góðar kreftir á hesum økinum.
Tey hava sjálvandi sama demokratiska rætt, sum øll onnur, men hetta er heldur óheppið fyri fjølmiðlaflutningin, sum frammanundan líður undir og verða skýrdur fyri at vera politiserandi, og sum skríggjar eftir kvalifiseraðum fólkum at dekka politikk og annars halda eyga við til dømis politikarum og øðrum valdsharrum, mynduleikum og samfelagnum annars.?Tú kanst siga, at nógvir hyggjarar, lurtarar og lesarar kanska fáa váttað sín illgruna um, at hesin og hasin hevur handan politiska litin, sjálvt um kanska onki er at hava hetta í. Eg ivist ikki í, at fyri allar flestu journalistar kemur journalistikkurin fram um politiska litin.
Nógvir sokallaðir serfrøðingar. Hví man tað vera??- Tað er helst nakað av tí sama, sum ger seg galdandi fyri fjølmiðlafólk. Hetta eru oftani kend fólk, tey hava sínar meiningar um, hvussu samfelagið eigur at verða rikið og innrættað, tey duga oftani væl at málbera seg, og tað sær gott fyri flokkarnar at fáa tílík fólk upp á listan. Og so halda tey seg ivaleyst kunna gera ein mun í politikki. Tað er væl tað stutta av tí langa.
Úrslit av einum valdømi
Hetta eru fólk, sum meira óheft hava havt meiningar og luttikið í samefelagskjakinum. Er tað gagnligt, at ov nógv slík fara upp í partapolitikk? ?- Tað er møguligt, at tað er gagnligt fyri politikk sum heild at fáa nøkur av hesum ljósu høvdunum uppí. Eg ivist tó í, hvussu gott tað er fyri demokratiið, at hesir sokallaðu óheftu serfrøðingarnir gerast heftir at einum ávísum flokki ella politikki.
Eg vil meta, at teir gera størri nyttu, har teir eru. Men sjálvandi skulu vit ongantíð skera alt yvir ein kamb. Í ávísan mun hava vit avgjørt brúk fyri slíkum fólkum í politikki. Men eftirsum vit ikki hava so nógvar serfrøðingar í hesum landinum, so haldi tað vera spell, um ov nógvir av hesum leita sær upp í politikk.
Gera hesi ikki størri gagn við at halda seg óheft politiskt??
- Í flestu førum vil eg siga ja, men ein skal ikki generalisera. Sjálvandi skulu hesi eisini hava møguleikan fyri at fara upp í politikk, men tað er eitt sindur óheppið fyri samfelagið og ta uppgávuna at halda eyga við politisku skipanini, at so nógv velja hetta, tí tá vera munandi færri til at halda eyga við politikarum og samfelagnum annars. Nakað annað er so, at tað valla verður meir enn eitt fátal, sum megnar at tryggja sær ein løgtingssess, so fleiri fara at gerast vónbrotin. Men nú fáa vit at síggja, hvussu valúrslitið verður.