Hóast sendingin frá Bootcamp í X-factor kappingini ikki verður víst fyrr enn komandi fríggjakvøld, ber til at síggja brot frá framførsluni hjá Onnu. Anna Nygaard kom í kvøld víðari í X-factor kappingini, og næsta fríggjakvøld ber til at síggja, hvussu fer at ganga hjá henni, tá seinastu finalistarnir verða valdir til kappingina, ið verður víst live á DR1 og Sjónvarpi Føroya.
Á www.dr.dk/DR1/xfactor/Artikler/2010/uds5forsmag.htm kanst síggja eitt brot av sanginum, hon framførir fyri Remee á Bootcamp.