TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini, sum komu í danska superligadystinum millum Brøndby og AC Horsens. Dysturin endaði við javnleiki 2-2, men eitt skiftið var Brøndby á odda 2-0.
Hallur Hansson spældi allan dystin á tamb fyri AC Horsens, og hava Hallur og liðfelagarnir spælt tríggjar javnleikir í trimum teimum fyrstu dystunum hetta kappingarárið.
Komandi fríggjakvøld spælir AC Horsens útidyst ímóti Randers FC, sum hevur Brand H. Olsen í hópinum.










