Dysturin í gjárkvøldi ímillum donsku Superligufeløgini, AAB og OB, endaði 2-2. Talan var um ein spennandi og javnan dyst, sum føroyingar fyrst og fremst fara at minnast fyri tey tvey málini, ið Jóan Símun Edmundsson skoraði.
Danska DR1 hevur lagt ein samandrátt út av dystinum, sum kann síggjast omanfyri greinina. AAB legði seg í tveimum førum á odda, men í báðum umførum javnaði Jóan Símun Edmunsson.
Harafturat spældi eisini føroyski Gilli Sørensen allan dystin á vinstra bakki hjá AAB.