Heimurin fer at minnast megnar songkvinnuna í morgin, tá ið hon fer til jarðar. DR fer eisini til jarðarferð.
Seks Grammy virðislønir, 200 milliónir seldar fløgur. Ein rødd, sum eingin annar. Og eitt trupult lív, sum nú er liðugt.
Ein av størstu stjørnunum nakrantíð í popptónleiki, Whitney Houston, skal jarðast í morgin kl. 17.00 føroyska tíð klokkan 12.00 amerikanska tíð.
DR Update fer at senda beinleiðis frá klokkan 16.00 til umleið klokkan 18.00, tá ið stjørnan handan heimshittum sum I Will Always Love You, Queen of the Night, og I Have Nothing er farin til jarðar
Jarðarferðin verður í kirkjuni í hennara heimbýi Newark, og er tað í kirkjuni New Hope Baptist Chuch.
Tað er eisini júst her, at karrieran hjá Whitney Houston byrjaði, tá ið hon gjørdist solistur í gospelkórinum hjá kirkjuni.
Jarðarferðin verður í tveimum pørtum tann privati og tann almenni. Og tað er tann almenni, sum DR sendir frá.
Til tann almenna partin fara stjørnur sum Stevie Wonder, Alicia Keys og Aretha Franklin framføra.
Eins og hin stjørnan úr The Bodyguard, Kevin Costner, fer at siga nøkur orð.
Whitney Houston verður jarðað við síðuna av pápa sínum, sum doyði fyri sjey árum síðani.
kelda. Dr.dk