Síggj dystin móti evropameistarunum her

Klokkan hálvgum fimm spælir føroyska U19-landsliðið móti ensku evropameistarunum

Føroyska U19-landsliðið fær veruliga roynt seg seinnapartin, tá teir skulu spæla móti júst krúnaðu evropameistarunum úr Onglandi.

 

Trýst her fyri at síggja dystin umvegis stroymingina á heimasíðuni hjá FSF.

 

Ongland vann EM fyri U19-landslið í summar, tá teir vunnu 2-1 móti Portugal í finaluni í Georgia. Easah Suliman og Lukas Nmecha skoraðu málini hjá Onglandi.

 

Spælararnir á enska u19 landsliðnum teljast ikki millum stóru stjørnurnar í Premier League, men onkur hevur kanska hoyrt um Ryan Sessegnon hjá Fulham, sum fleiri av stórfeløgunum eru áhugaði í og Trevor Chalobah, sum spælir við Chelsea. Fleiri Chelsea er eisini best umboðað á enska u19 landsliðnum, men Arsenal eigur eisini fleiri av spælarunum.

 

Enskur ungdómsfótbóltur ríður á einum veruligum aldukambi í løtuni. Umframt at U19 vann EM, vann U17 HM fyrr í heyst, og U21 landsliðið kom í semifinaluna í EM.

 

Dysturin byrjar klokkan 17.30 og er fyrsti dysturin í EM-undankappingini, sum verður í Bulgaria til 15. novembur.

 

- Hetta verður ein stór uppgáva, men vit fara eftir at avrika væl. Spælararnir eru væl fyri, og umframt at spæla í U18 ella við 1. deild, hava nakrir av teimum eisini roynt seg í EFFO-deildini. Harafturat hava vit tveir sum spæla uttanlands, Hanus Sørensen er í FC Midtjylland, og Andreas Edmundsson er í Sunderland í Onglandi, segði Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF, tá liðið bleiv úttikið.

 

Dysturin móti Onglandi seinnapartin er tann fyrsti hjá føroyska liðnum. Hinir báðir eru móti Bulgaria leygardagin og Íslandi týsdagin. Bulgaria luttók eisini í endaspælinum í summar, men tapti móti Hollandi og Onglandi og spældi javnt móti Hollandi í bólkaspælinum.

 

Føroyski hópurin er hesin:

Rói Mørk Hentze, B36

Mathias H. Lamhauge, HB

Arnbjørn Svennsson, Víkingur

Petur í Túni Petersen, Víkingur

Andri Benjaminsen, NSÍ

Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ

Andrias Edmundsson, Sunderland AFC

Hugin Samuelsen, B36

Magnus Holm Jacobsen, B36

Mourits Heini Mortensen, NSÍ

Stefan Radosavljevic, TB/FCS/Royn

Tonnie Thomsen, Víkingur

Gilli Samuelsen, B36

Aksel Bjartalíð Danielsen, KÍ

Pætur Hentze, NSÍ

Hans Jákup Anfinnsson, HB

Sølvi Sigvardsen, NSÍ

Hanus Sørensen, FC Midtjylland