Síggi veruleikan í eyguni

- So leingi undirtøkan fyri mentanarligum tiltøkum í Klaksvík er so svikalig, sum hon er, haldi eg fólk illa kunnu loyva sær at vera alt ov kræsin. Og dulnevnd lesarabrøv og grenj koma í øllum førum aldrin at byggja nakað upp, sigur Høgni Klakkstein, leiðari í Mentanarhúsinum Atlantis

Mentan


Seinastu tíðina hevur rættiligt kjak tikið seg upp millum lesarnar á Norðlýsinum um leiklutin hjá Atlantis sum mentanarhús í Klaksvík. Fólk fílast m.a. á, at biografurin fyllir so nógv í húsinum, at hølini eru óegnað til konsertir, at sjónleikarafelagið ikki fær betri sømdir, og at tiltøkini sum heild ikki eru nóg fjølbroytt. Høgni Klakkstein, sum hevur verið leiðari í húsinum seinastu 6 mánaðirnar, heldur, at tað hevði bøtt munandi um støðuna, um bara fólk sum heild vístu húsinum ein betri vilja.
- Grundleggjandi trupulleikin hjá Atlantis og mentanarlívinum í Klaksvík yvirhøvur er, at undirtøkan millum fólk er so lítil. Eg fái meg illa at trúgva, at tað hvørja ferð er tiltakinum ella hølunum, tað er galið við, sigur Høgni. Hannn leggur afturat, at var undirtøkan størri, hevði tað sjálvandi verið upplagt at bygt Atlantis út við einum sali, til størri konsertir, leikir, dans o.a
Mentanarhús ? ikki sjónleikarahús
Eitt afturvendandi evni í hesum kjakinum er rætturin hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag at brúka húsið. Felagið hevur, sum er, eina avtalu við kommununa um leigu av pallinum til framførslur og kjallaranum til venjing, og tí skilur Høgni ikki rættiliga ta ónøgdina, sum javnan er at hoyra frá felagnum
- Skal húsið virka eftir ætlan og vera fyri øll, ber tað ikki til at lata einstøk áhugafeløg seta búgv í húsinum og nýta pallin til venjingar. Pallurin í Atlantis er ætlaður teimum, sum hava verið í venjingarhøli, sigur Høgni og leggur afturat, at hann væl dugir at síggja, at umstøðurnar hjá sjónleikarafelagnum at venja ikki eru tær bestu. Tí heldur hann, at tað mátti verið upplagt, at felagið sjálvt tók stig til at finna sær eitt venjingarhøli í býnum, sum tey ótarnað kundu brúkt til venjing, pallsmíð, fundir o.a, og síðani sluppu at brúka pallin í Atlantis til sjálvar framførslurnar, eins og øll onnur.
 
Snobbarí ella manglandi vitan
Atfinningarnar móti at biografurin fyllir so nógv í einum mentanarhúsið, tekur Høgni sum úttrykk fyri snobbarí ella manglandi vitan um, hvussu lítið biografurin faktiskt fyllir í mun til tað tómrúm, hann fyllir út. Var ongin biografur í Atlantis, stóð húsið eins og eitt jólatræ bert tendrað fáar dagar um árið, sigur Høgni.
- Biografurin umboðar eina fólksliga mentan, sum tað sjálvandi eisini skal vera pláss fyri. Verður pallurin í Atlantis brúktur, sum hann eigur, kunnu filmar uttan hóvasták vísast beint áðrenn ella  beint aftaná eina framførslu. Hetta ger, at tað til tíðir eru ymisk tiltøk í húsinum alt kvøldið út í eitt, har fólk hittast í forhøllini á veg inn ella út - nakað ið avgjørt er við til at skapa lív og trivna í húsinum.
- So  leingi undirtøkan fyri mentanarligu tiltøkunum í býnum er so svikalig, sum hon er, haldi eg tað vera lítið høpi í at fara at sortera við harðari hond ímillum, hvør skal inn, og hvør skal út. Eg havi valt at síggja veruleikan í eyguni, og heldur fáa sum frægast burturúr tí, sum er. Fyri meg snýr eitt blómandi mentanarhús seg fyrst av øllum um at skapa ein livandi stemning í einum húsi, har listafólk av ymsum slag hava lætta atgongd til pallin, og øll kenna seg væl at koma til tiltøkini. Og tað ber væl til í Atlantis, um vit øll vísa ein góðan vilja, sigur Høgni Klakkstein.