- Síggi tað mest sum politiskt spinn

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, missur ikki svøvnin, nú løgtingsmenninir Jørgen Niclasen, Jógvan Skorheim, Helgi Abrahamsen, Jákup Mikkelsen og Jenis Av Rana seta spursmálstekn við tað, ið teir kalla fyri ætlaða dupult afturlatna uppboðssøluna hjá ráðharranum í fiskivinnumálum.


Les eisini: Undrast á ætlaðu dupult afturlatnu uppboðssøluna


- Eg meti man kanska ger tað til eina meira politiska ósemju enn tað í veruleikanum er. Serliga tá man kallar tað fyri sovorðið sum dupult afturlatið, so síggi eg tað mest sum politiskt spinn, segði Høgni Hoydal í samrøðu við tíðindini á Rás 2 í dag.


Tað er serliga orðingin dupult afturlatin uppboðssølu, ið fiskimálaráðharrin metir antin er ein misskiljing ella politiskt spunasmíð.


- Eg haldi tað má byggja á onkra misskiljing. Eg haldi teir skriva tað, at man heldur ikki veit hvørja nøgd man bjóðar á. Tað er ikki rætt. Í tí uppskoti, ið er sent út, verður skotið upp, at man letur boðini inn í brævbjálvum. Og so skal man eisini siga hvussu nógv tons man bjóðar upp á, sigur landsstýrismaðurin og leggur afturat.


- Eg haldi teir meina við tað, at man kann bjóða fleiri ferð út og tí skal tað vera ivasamt hvussu nógv tons eru í útboði. Hatta skilji eg ikki og meti mest sum eina misskiljing. Sjálvandi verður tað upplýst fyri teimum sum bjóða, hvørjar nøgdir teir bjóða upp á. So hatta meti eg mest sum aftur sum politiskt spunasmíð.


Hoyr alla samrøðuna við Høgna Hoydal við at trýsta á pílin undir myndini.