Føroyar vunnu bronsudystin í badminton 3-0 á Oynni Man fyrr í dag.
Fyrrapartin máttu føroyingarnir lúta fyri Guernsey, men seinnapartin fekk liðið uppreisn og bronsuheiðursmerki til stóra frøi fyri ídnu fjeppararnar.
Í sera teprum dysti, eydnaðist tað Niclasi Eysturoy og Bartali Poulsen at basa mótstøðuni í tvímansleiki. Frammanundan høvdu Bartal Poulsen og Adhya Nandi vunnið hvør sín einmansleik.
Niðanfyri síggjast sjónbrot frá tá ið Niclas Eysturoy og Bartal Poulsen vinna tvímansleikin hjá monnum og risastóra fagnaðin fyri hesum millum mongu fjeppararnar og liðfelagarnar.
##med2##
##med3##










