Landið hevur í 1967 við lóg veitt landskassaveðhald fyri teimum lívstryggingum, ið vórðu teknaðar í Føroya Lívstrygging, ið eisini fekk einkarrætt at tekna lívstryggingar. Henda lóg varð broytt í 1999, og síðan tá hava lívstryggingar í Føroya Lívstrygging einans kunna verið teknaðar uttan landskassaveðhald.
Vøksturin í Føroya Lívstrygging/Betri Pensjón liggur í nýteknaðum lívstryggingum uttan landskassaveðhald, og fyri Føroyar hevur tað týdning at fáa so góð og sterk lívstryggingarfeløg sum til ber.
Í 2006 varð annað stig tikið at gera lívstryggingarvirksemi til frælst vinnuvirksemi við lóg at einskilja Føroya Lívstrygging. Nú er komið har til, at roynt skal verða, um einskiljingin er møgulig.
Mannagongdin er
1. Fyrst verður spurt eftir, hvør hevur áhuga í at keypa 50 % av partapeninginum í Føroya Lívstrygging og finna eitt samstarv við tryggingartakararnar, ið hava fingið játtað hini 50 %.
2. Síðan verða teir áhugaðu bidnir at koma við ábendandi, óbindandi boði upp á hesi 50 %, og teir skulu í sínum boði samstundis siga frá, á hvønn hátt teir vilja yvirtaka og/ella minka um váðan í sambandi við trygdir landskassans.
3. Verða tær trygdir, ið áhugaðir keyparar skjóta upp, ikki mettar nøktandi, verður roynt at finna nøktandi loysn út frá hesum, eitt nú soleiðis at tann parturin av Føroya Lívstrygging, ið ikki hevur landskassatrygd, verður verandi á almennum hondum.
Eg síggi einki forgjørt í at gera hesa roynd, sum er í tráð við løgtingslógina, og eg havi fult álit á, at Tryggingareftirlitið fer at ansa eftir, at ein privatur investor og tryggingartakararnir ikki sleppa at mjólka landskassaveðhaldinum, sigur Jóhan Dahl.










