Sáðgevi hevði arviliga sjúku

Hóast ein danskur sáðgevi kunnaði myndugleikarnar um, at hann hevði eina arviliga sjúku, bleiv málið lagt til viks

Miðskeiðis í 1980-árunum fingu fleiri kvinnur sáð frá danska sáðgevanum Henrik Koch, men nú vísir tað seg, at hann hevði eina álvarssama og arviliga krabbameinssjúku, uttan at hann visti tað. Avleiðingin av tí er, at eftir øllum at døma hava millum fimm og tíggju av sáðgeva-børnum hansara arvað krabbameinssjúkuna.
Í 1997 kom Henrik eftir, at hann hevði sjúkuna. Hann boðaði alt fyri eitt læknunum frá, men eitt læknaráð í Keypmannahavn gjørdi av at leggja málið í skuffuna. Ráðið helt, at tað fór at verða ov torført at finna børnini, og harafturat hevði eitt tílíkt stig verið í andsøgn við ta donsku regluna um anonymitet í sambandi við sáðgeving.
Í dag er Henrik Koch 60 ára gamal, og nú hevur hann valt at fara í bløðini við søgu síni. Á tann hátt vónar hann, at familjurnar, sum hava fingið børn við sáði frá sjúkrahúsinum í Hvidovre í árunum frá 1979 til 1983, lata børnini kanna.
-Hetta snýr seg ikki um meg, men kann hetta bjarga so mikið sum einum barni frá einari deyðiligari sjúku, so havi eg gjørt tað rætta, sigur Henrik Koch við Berlingske.
Sjúkan, sum Henrik ber, eitur Lynch-syndrom og er sum sagt lívshættislig, men fáa fólk ta neyðugu viðgerðina nóg tíðliga, hava tey góðar møguleikar.