Tá umboð fyri ta pelagisku vinnuna i ES og Noregi hittu ES-fiskivinnukommiserin, Mariu Damanaki, fyrr í vikuni, søgdu tey ikki sannleikan um úrslitið av teimum seinastu makrelkanningunum. Tað staðfestir íslendska reiðarafelagið.
Í frágreiðing frá fundinum sigur stjórin í norska reiðarafelagnum, Audun Maråk, at tær seinastu kanningarnar hjá fiskifrøðingunum hava staðfest, at makrelstovnurin er í vøkstri. Og hann leggur afturat:
-Damanaki bleiv eisini kunnað um kanningarúrslitini, sum vísa, at tað er minni makrelur í íslendskum sjógvi.
Hesi orðini eru ikki fallin í góða jørð í Íslandi, og íslendska reiðarafelagið fýlist á, at teirra evropeisku starvsbrøður brongla makrelmálið við at koma við ósannindum.
-Veruleikin er, at mátingar hava ongantíð staðfest meiri makrel í íslendskum sjógvi enn nú. Kanningarnar, sum endaðu í august, staðfestu 1,5 millión tons samanborið við 1,1 millión tons í fjør og í fyrraárið, sigur stjórin í íslendska reiðarafelagnum, Friðrik J. Arngrímsson (myndin), við fjølmiðlarnar.
Mánadagin verður fundur á ráðharrastigi um makrelin. Fundurin verður í London.