Søgan um U17 fer heimin runt

Ensk síða við milliónatals fylgjarum hevur gjørt sjónband av føroyska U17-bragdinum.

Bragdið hjá føroyska U17-landsliðnum hjá dreingjum, ið sum tað fyrsta føroyska landsliðið nakrantíð hevur spælt seg víðari í eitt endaspæl, fer í løtuni heimin runt sum ein serlig søga.


Tað er enska síðan Bleacher Report UK, sum deilir sjónband av søguni um føroysku U17-dreingirnar. Bara á facebook hevur Bleacher Report UK heili 3,2 milliónir fylgjarar.


Sjónbandið sæst HER.