Eina partur av teimum ungu við lítlum og ongum lívskunnleika, men við ideologiini og dreymunum ? tað skal sjálvandi eisini til sum ein partur av okkara lívi - tey sóu upp til hendan Tobban, tá hann framførdi sín sjónleik við harðmæltari talu, sum av og á endaði í galrópum og stórum armsveiggjum og retorikki, sum tilkemur einum rættum statsmanni - republikkin segðist javnan at verða í eygsjón - hon sást í havsbrúnni.
Tað var bara eitt ella kanska tvey problemir í øllum hesum:
Flestu av lyftunum, sum Tobbin og hansara floksfelagar og samgongulimir høvdu givið til teirra "undirsáttar", hildu slettis ikki, - alt sá út til at enda í eini reinari oyðumarkargongd har ongin "Móses" var at leiða tey aftur á røttu kósina - tey vóru vilst burtur frá sínum upprunaligu ætlanum, og kumpassina hevði Tobbin tíverri eisini mist, so skilið var ikki gott.
Hóast teir innanborða í samgonguskútuni høvdu arðar disiplar, sum kundu havt ført teir gjøgnum oyðimørkina inn aftur á røttu kósina, so sá hetta tó heldur ikki út til at eydnast, tí ymisk mál høvdu tikið seg upp, sum ikki vóru væl lýdd av hesum partinum av fýrklevaranum, og tískil var neyvan nøkur hjálp at heinta har.
Tann stóri eindin við tí stóra leiðaranum, ?landsfaðirinum", skírdur so, av sínum egnu, - vóru Tobbin og hinir eisini komnir upp at Tobbast við, tí teir høvdu ákært tveir av hægstu monnum innanfloks har fyri at verða røvarar og bandittar og óegnaðir at leiða landið.
Hendan ákæran endaði tó, sum so nógv annað sum Tobbin framførdi - eisini í reinum sjónleiki, sum mátti endavent samgonguskútuni með alla og kanska tað, ið verri var.
At neyðugt var at krúpa til krossin og lata "land fly" var ivaleyst sera hart fyri Tobban .,- vit sum vóru áskoðarar tóku synd í Tobbanum , - hetta minti okkum ikki sørt um høgguslokkin, sum í álopið svimur fram við fullari styrki,- goysir sítt blekk á fíggindan og bakkar síðani aftur við fullari styrki .
Aftan á hendan sjónleik sum "næstan" oyðilegði Ólavsøkuna hjá "landsfaðirinum" og hansara krúnprinsi, ja so helt kollisions-kursurin áfram hjá samgonguni, ið Tobbin var ein partur og endaði ,- seinast vit vistu, við eini fíggjarlógarkladdu (uppskotið), sum var so langt við síðuna av veruleik-an-um, at "fíggjar ?oraklið við tí reyða passinum" í flokki Tobbans, - bæði vildi spara hópin av peningi, samstundis geva skattalættar og fremja stórar ætlanir - skil tað hvør í vil!!!!
Hin parturin í flokkinum hjá "landsfaðirinum" hesum faðiri, sum heldur vildi ganga á fjalli og fletta, fyri at halda mentanina í hevd , enn at verða við til fíggjarlógarframløguna, hesin partur var nú við at fara í panikk, tí eitt var klárt - her mátti sparast og tað ikki við mýkindum - ja heilt upp í 200 mio. verður sagt!!!
So skuldu vallyfti heldur halda áfram við at verða brotin lyfti!
Mong mugu ivaleyst spyrja seg sjálvan - hava hesir menn sovið í 4 ár, at teir fyrst vakna nú við kaldan dreym, aftan á 4 ára forbrúksgildið har lønirnar hjá almenna sektorinum eru vaksnar við 440 mio. og rakstrarútreiðslunar tilsamans, undir teirra leiðslu ? eru vaksnar við tilsamans 1.123 mio. krónum.
Spennandi verður at vita hvussu kabalin fer at ganga upp.
Á sjónvarpsskíggjanum fyri stuttum segði Tobbin, at andstøðan var so steindeyð!
So vítt eg dugi at síggja, so má verða minni munurin á lógaruppskotum komin í tingið frá andstøu og samgongu - ivaleyst fleiri frá andstøðu, - tá vit ikki rokna eykajáttanaruppskot frá forbrúkssamgonguni við.
Jú, so sanniliga er lív í samgonguni- hundalív hvønn einasta dag - verbalt kríggj og klandur.
Seinasta ið hoyrdist frá Tobbanum og hansara monnum var av Christians-borg, har teir høvdu framløgu og kjak um ríkisfelagskapin og framtíðina - betur hevði verið um teir høvdu havt ein kjakfund á heimavølli, har teir greiddu Føroya fólki frá fíggjarligu støðu Føroya, og hvussu teir ætla fáa kabalina at ganga upp.
Fylgið nú væl við tann næsta mánaðin ella hálvanannan, tað verður ivaleyst sera áhugavert at líða á, hvussu leikur ferst.