Varafútin varð stungin uttan fyri Føroya Rætt – les alla søguna fyri fyrstu ferð í Vikuskiftis Sosialinum í kvøld.
»Tann 4. mai 2010. Ein dagur, sum Finn Ougaard, táverandi varafúti, ongantíð fer at gloyma.
Beint uttan fyri Føroya rætt møtir Finn Ougaard manninum, sum hevur runnið út fyri at fangað hann, og hann stillar seg beint framman fyri Finn og sigur:
»Her er ikki nøkur hjálp at heinta«.
Alt í einum hevur hann hann tikið knívin fram og stungið hann í vinstra lær.
Finn kendi onga pínu og tók tann blóðuga knívin upp av vegnum, sum lá beint framman fyri hann og føldi nú, at beinið fór at hitna og gerast vátt, tí blóðið rann oman frá lærinum.
Finn gekk inn aftur til móttøkuna, legði blóðuga knívin á diskin og bað tey ringja 112.«
Vikuskiftis Sosialurin kemur á gøtuna í Havn í kvøld og kring landið í morgin. Blaðið fæst eisini teldutókt á www.sos.fo