Søgan um Giannu Jessen- og viðmerking til skeiva orðing um fosturtøku

Jenis av Rana
-------

Í tíðindabroti á portal.fo í sambandi við kjak um fosturtøku, sum í løtuni er í Danmark, er ein óheppin orðing, sum krevur eina viðmerking.
Í brotinum verður greitt frá ætlanum, sum nøkur hava, men tíbetur onnur mæla ímóti, um at broyta markið fyri nær fostur kann verða tikið úr trygga umhvørvi sínum í móðurlívi. Millum tey, sum mæla ímóti, er etiska ráðið, sum greitt vísir frá sær tosið um at geva barninum deyðiliga sproytu áðrenn tað verður tikið, tí at hetta er at sammeta við aktiva deyðshjálp. Deyðiliga sproytan er neyðug, siga onnur, tí tá tú fremur hesar seinu fosturtøkur hendir ferð eftir ferð, at barnið livir í tímavís, tá tað verður føtt.
Óhepna orðingin
Greinin í sær sjálvum sigur frá einum samfelag, sum meira og meira gevur rúm fyri hugsanum um útveljing, sum fyri sjeyti árum síðani fekk stórar partar av heimsins londum at venda sær við andstygd frá og móti teimum, sum hesar hugsanir framdu í verki. Vónandi fáa hesar ætlanir ikki fótafesti, hvørki í syðra parti av ríkinum ella her heima hjá okkum.
Orðingin, sum yvirskriftin sipar til, er at finna sum niðurstøða í greinini, hon ljóðar soleiðis: tí vildi tað lætt um fyri allar partar, um fostrið longu var deytt, tá tað kom út.
Høvuðsparturin í einari fosturtøku er væl hann ella hon, ið missir lívið. Hvør veit at siga frá hesum sakleysa, sum bráddliga verður noktað rættin til tað lív, sum tú og eg njóta, at fosturtøka vildi verið ein lætti fyri tað? Men hetta er júst tað afturvendandi mistakið í fosturtøkukjakinum, at forsprákararnir snúgva sær undan at tosa um høvuðspersónin, hann ella hana, ið bøtir við sínum lívi. Sjálvandi er veruleikin ræðandi, tí vilja tey ikki tosa um barnið, men tú kemur ikki uttan um, at við at viðmæla fosturtøku tekur tú tær rætt til at forða einum øðrum at verða borin í heim.
Hvør er Gianna Jessen?
Lova mær at tú tekur tær tíð at fara inn á netið og finna søguna um Giannu Jessen. Les grípandi søgu hennara, ella finn eitt av brotunum, har hon sigur frá, t.d. í australska parlamentinum. Hesi brot finnur tú lætt við at fara inn á www. google.dk (ella com) og skriva navn hennara- Gianna Jessen.
Ætlanin var, at Gianna skuldi týnast í 30 graviditetsviku. Eiturevni varð sprænt inn í trygga bústað hennarar, men tá Gianna 18 tímar seinni varð fødd, livdi hon. Ein kærleiksfyltur sjúkrarøktarfrøðingur megnaði ikki at síggja hana doyggja, men gav henni rættin til tað lívið. Lívið, sum hon í dag elskar, tóat eitrið hevur sett síni merki á likam, men ikki gleði ella charmu hennara. Tú verður gripin av hennara lívsjáttandi frásøgn, so lova mær, at tú tekur tær eina løtu at finna hana.