Í dag er fastalávint ein barnaveitsla, har vit savna okkum børnini. Tey klæða seg í grýluklæðir og ganga grýlu. Hetta hevur tó ikki altíð verið soleiðis, tí fyrr vóru tað tey vaksnu, sum stuttleikaðu sær áðrenn 40 daga langa fastan byrjaði. Fastað varð tá til páskirnar byrjaðu. Fastalávint snýr seg tí í høvuðsheitunum um, at stuttleika sær áðrenn fastan byrjar.
Fastalávints sunnudagur er altíð sjey vikur fyri páskadag, so dagurin fellur einaferð millum 1. februar og 7. mars. Hetta er dagurin fyri kristnu føstuna. Hetta plagdi at vera seinasti dagurin har loyvi var at eta kjøt, áðrenn føstu.
Umframt at stuttleika sær áðrenn føstuna, so hevur fastalávint eisini snúð seg um at gera enda á tí ónda. Hetta varð gjørt tá tunnan varð sligin við eini ketti innií. Kettan var ímynd av tí ónda, og við tað at hon var dripin so var óndskapurin eisini bókstaviliga dripin við henni. Hetta var gjørt nakað upp í 1800 talið.
Fastalávintsbollarnir høvdu tó onki við óndskapin at gera, men vóru bert ein síðsta roynd uppá at fáa okkurt lekkurt at eta áðrenn fastan byrjaði.