Høgni Hoydal
-----
16. november skipaði Fiskimálaráðið fyri fiskivinnutingi á Hotel Føroyum í Havn. Høvuðsdenturin varð í skránni og framløgunum lagdur á at fáa fram sjónarmiðini hjá vinnuni – serliga umboðum fyri veiðiflotan og fyri peningastovnarnar. Men eisini umboð fyri manningarfeløgini og aðrir serfrøðingar høvdu innlegg og viðmerkingar. Í hesum sambandi komu nógv ymisk sjónarmið og evni á borðið, sum til dømis: Týdningurin av fiskiflotanum sum arbeiðspláss. Hvussu áhugin er fyri fiskivinnuni millum ungdómin. Hví búskaparligu úrslitini bæði til arbeiði og kapital eru so ymisk – og hvussu úrslitini eru hjá ymsu skipabólkunum. Týdningurin av burðardyggari veiði og hvussu fiskidagar/kvotur skulu ásetast. Um hvussu fiskidagaskipanin hevur eydnast undir Føroyum. Um “sovandi veiðiloyvi”. Um útlendskan kapital og áhugan at keypa seg inn í flotan og veiðiloyvini. Um vantandi søluliðið, og at útróðrarmenn framvegis ikki fáa betri prís fyri góðsku og væl hagreiddan fisk. Um leiklutin há fíggingarstovnunum. Og um hugtakið fólksins ogn, tilfeingisrentuna, og hvør skal hava hana.
Nakrar niðurstøður frá fiskivinnutinginum
Fiskivinnutingið prógvaði, at ongin greið mál eru sett frá politiska myndugleikanum í sambandi við arbeiðið at endurskoða fiskivinnupolitikkin, lógina og umsitingina. Og tí er nærum ógjørligt hjá embætisfólki, serfrøðingum og vinnu at geva svar, útvega hagtøl, og gera haldgott tilfar og uppskot til loysnir frameftir. Orðaskiftið fer tí í nógvar ymsar ættir, og týdningarmiklir partar verða lítið og onki viðgjørdir.
Kortini vóru innlegg og orðaskifti, ið høvdu rættiliga greiðar og álvarsligar niðurstøður:
1. Lógin um vinnuligan fiskiskap hevur verið umsitin í stríð við lógina og endamálini við henni – og hon hevur verið umsitin í stríð við fyrisitingarligar grundreglur og rættartrygd. M.a. metti Halgir Winther Poulsen í sínum fyrilestri, at kunngerðin um makrelfiskiskapin fyri 2012 var sera ivasom og helst í stríð við lógina um vinnuligan fiskiskap og fyrisitingarlóg.
2. Stovnsrøktin av botnfiskastovnunum og reguleringin av veiðitrýstinum, er farin heilt av lagi við politiskum avgerðum. Atli Gregersen hevði eitt brennandi innlegg um hetta og vísti enn einaferð á, at stovnsmetingar og fiskifrøðilig ráðgeving mugu fylgjast í áseting av fiskidøgum ella kvotum. Umboð fyri vinnuna tóku sum heild undir við, at fyri at áseta veiðitrýstið (fiskideyðatalið) rætt, sama hvør skipan verður nýtt, má hetta byggjast á ráðgevingini hjá fiskifrøðingum. Einasti, sum mótmælti harðliga, var ein løgtingsmaður, sum eisini er fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
3. Umboð fyri peningastovnarnar løgdu stóran dent á, at teir ikki bert fíggja virðið á veiðitólinum, men at teir fíggja eisini virðið á loyvunum. Tí legga teir trýst á at fáa so long fiskirættindi til skipini, sum gjørligt, ið so eisini skulu kunna seljast, umsetast og pant takast í loyvunum. Men onnur vístu á, at hetta bert skapar øktan váða og spekulasjón. Víst varð á, at tilfeingisrentan og tilfeingisgjøld eru longu sera stór í Føroyum. Handilin við loyvum hevur gjørt, at tilfeingisrentan og tilfeingisgjøldini higartil eru farin beinleiðis í privatar lummar. Sostatt er ikki talan um, at vinnan ikki rindar tilfeingisgjald. Tað ger hon, men tað fer til tey, sum fingu veiðiloyvini upprunaliga fyri einki og sum selja loyvini. Víst varð eisini á, at orsøkin til, at áhugin hjá útlendingum er so stórur at keypa seg inn í føroysk skip og loyvir er, at tilfeingisrentan er stór. Varð tilfeingisrentan tikin inn í landskassan, so hevði áhugin hjá útlendingum minkað burtur at uppkeypa skip og loyvir í Føroyum bert til tess at leggja seg á rættindini. Yvirhøvur tóktust umboð fyri vinnuna ikki at avvísa gjøld fyri tann brúksrættin reiðaríini hava, men tey førdu fram, at hetta skuldi verða skatting av staðfestum, yvirnormalum profitti.
Frágreiðingin til aðalorðaskiftis á tingi
Tann frágreiðingin, ið landsstýrismaðurin legði fyri tingið til aðalorðaskiftis, er eisini eyðkend av, at ongin verulig eftirmeting er gjørd av fiskivinnupolitikkinum og av lógini um vinnuligan fiskiskap. Frágreiðingin er tí eisini eyðkend av vantandi upplýsingum og tilfari til at viðgera teir stóru politisku spurningarnar:
- Hagtøl vanta um til dømis veiðitøl og stovnsmetingar, og ongi boð eru uppá, hvussu veiðitrýsið eigur at verða ásett.
- Hagtøl og metingar eru ikki tøk um skipasølur og sølur av veiðiloyvum ella ognarviðurskiftum í flotanum – t.e. hvussu nógv er rindað í tilfeingisgjaldi á privata marknaðinum seinastu 10-12 árini?
- Ongi hagtøl ella metingar eru um útlendskan kapital, og hvønn leiklut hann hevur í føroysku fiskivinnuni.
- Ongi hagtøl ella metingar eru um sáttmálaviðurskifti og manningarstøðuna í føroyska flotanum.
- Ongi hagtøl ella metingar eru um fígging og kapitalkostnaðin í føroyska flotanum.
- Ongi hagtøl ella metingar eru um tilfeingisrentuna og tey tilfeingisgjøld, ið longu verða goldin umvegis keyp, sølur og lánsavtalur í veiðiflotanum.
Høvdu vit havt hesi tøl og hetta tilfar, hevði uttan iva verið stórur og greiður meiriluti fyri broytingum umgangandi.
Vit mugu seta ein greiðan setning!
Embætismannabólkar kunnu ikki gera uppskot til nýskipan av einum stórum lógarøki uttan at politiski myndugleikin hevur givið teimum greiðan arbeiðssetning. Er tílíkur setningur givin, ber til at finna fram til tøkniligar loysnir og at meta um avleiðingarnar av hesum loysnum.
• Sigur, t.d. politiski myndugleikin, at arbeiðssetningurin er at seta á stovn eina skipan, har brúksrætturin verður latin loyvishavarum til æviga tíð, so ber til at lýsa avleiðingarnar av hesum.
• Um politiski myndugleikin sigur, at loyvishavararnir einki skulu gjalda fyri loyvi, og frítt kunnu selja tey til hægstbjóðandi, so ber til at lýsa avleiðingarnar av tí.
• Ella um politiski myndugleikin sigur, at verkætlanarbólkurin skal finna fram til eina skipan, sum tryggjar at veiðitrýstið verður rætt stillað, lívfrøðiliga og búskaparliga, so ivist eg ikki í, at bólkurin hevði megnað at svara hesum spurningi væl, og lýst avleiðingarnar av fara ta leiðina.
• Ella um politiski myndugleikin bað bólkin lýsa avleiðingarnar av at áseta brúksgjald og at skatta vinning út um tað vanliga, so hevði bólkurin uttan iva kunna lýst, hvat hetta hevði týtt fyri vinnuna og fyri inntøkur landskassans.
• Ella um politiski myndugleikin bað bólkin um at lýsa eina skipan við almennari útbjóðing av fiskirættindum á einum marknaði, so hevði borið væl til at víst á avleiðingar og møguleikar í tí sambandi.
• Ella um politiski myndugleikin bað bólkin lýsa avleiðingarnar av, at farið verður undir at áseta fiskidagarnar ymiskt fyri ymiskar bólkar av fiskiførum. Ein verður skorin við 6.3. % ein annar við 20 % o.s.fr, so hevði verkætlanarbólkurin megnað at lýst hvørjar fylgir hetta hevði havt fyri stýringina blandaðu botnfiskaveiðuna undir Føroyum.
Rættarstøðan og umsitingarliga undirgravingin
Sostatt finst ongin nágreinilig lýsing av, hvat er broytt í rættarstøðuni síðan 1994. Ein tílík meting átti at verið stórur partur av eini endurskoðan. Sama slag av meting átti at verið gjørd um broytingar í umsitingini av lógini síðan 1994. Mesta av hesum tilfari finst í Frágreiðingini hjá Fiskaorkunevndini frá 2008.
Dømi í frágreiðingin til aðalorðaskiftis vísa tó greitt, at skiftandi landsstýrismenn hava ikki umsitið eftir bókstavinum og endamálinum í lógini, og skiftandi løgmenn hava ikki útint tað eftirlit teir eiga, sambært stýriskipanarlógini.
Í frágreiðingini kemur fram ein fatan av rættarstøðuni, sum er vandamikil og beinleiðis skeiv. Eitt brot i frágreiðingini, vísir hetta:
“Fiskiskapurin eftir botnfiski í føroyskum sjógvi (fiskidagaskipanin) er reguleraður í lógini um vinnuligan fiskiskap. Lógin sigur, hvussu býtt varð fyrstu ferð, hvør sleppur framat og hvussu býtt verður millum bólkar av fiskiførum. Fyri allan annan fiskiskap gevur lógin landsstýrismanninum víðar heimildir at gera kvotuskipanir ella fiskidagaskipanir, har rættindini ikki eru býtt út í lógini. Útluting og býti skulu vera í samsvari við góða fyrisiting, men í lógini eru ongar ásetingar um, hvat landsstýrismaðurin skal leggja dent á, og hvørji atlit hann skal taka, tá hann býtir út.” (Úr frágreiðing til aðalorðaskiftis)
At skriva soleiðis merkir, at atlit verður ikki havt at almennum meginreglum fyri rættartrygd, at fyrisitingarlóg og at sjálvari lógini um vinnuligan fiskiskap og endamál hennara.
Tann sum lesur uppskotini til løgtingslógina um vinnuligan fiskiskap nr. 51, og uppskot um broyting í løgtingslóg um vinnuliga fiskiskap nr 96, finnur einki sum bendir á, at Løgtingið ætlaði, at skipanirnar at stýra botnfiskiskapi undir Føroyum og at stýra fiskiskapinum eftir uppsjóvarfiski og á fjarleiðum, skuldu vera ymiskar. Ikki eitt orð um, at í einum føri skal býtið av veiðirættindum ásetast í lóg, og í hinum skal landsstýrismaðurin hava “fríar teymar.”
Beint øvugt var lógin ein roynd at sleppa burtur úr teirri politisku smálutastýring, sum hevði eyðkent árini undan 1993. Hvussu tilvildarliga hetta hevur verið umsitið er væl lýst á síðu 9 í frágreiðingini í talvuni: “Fordømi um býti av føroyskum fiskirættindi”. Har verður víst á fullkomna tilvild og skiftandi grundgevingar, tá landsstýrismenn hava býtt veiðirættindi út.
Niðurstøðan er sostatt, at lógin um vinnuligan fiskiskap hevur verið umsitin soleiðis, at lógarteksturin og endamálini við henni, stútt og støðugt eru undirgrivin. Lógin er vorðin nýtt til at gera ta øvuta av tí, sum endamálið var. Hetta er ein sera álvarslig niðurstøða, og tað er rætt og slætt óskiljandi, at løgfrøðingar kunnu hava góðtikið tær umsitingarligu avgerðirnar, sum eru tiknar.
Eitt annað dømi um tað, er spurningurin um tilfeingisrentu og tilfeingisgjøld.
Tilfeingisrentan og tilfeingisgjøld
Upprunaliga lógaruppskotið um vinnuligan fiskiskap hevði eina áseting um gjøld og tilfeingisrentu. Í §14 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, lýst í mars 1994, er henda orðing, sum varð samtykt av løgtinginum:
“§ 14. Landsstýrinum er heimilað at áseta avgjald fyri kvoturættindi fyri hvørt fiskiár sær. Tá avgjaldsupphæddin verður ásett skal mesti dentur leggjast á tilfeingisrentuna.”
Í viðmerkingini til hesa grein verður sagt: “Út um tær vanligu inntøkurnar í vælskipaðum fiskiskapi er ein tilfeingisrenta, sum eigur at koma aftur til føroysku tjóðina. Aftur fyri nýtslurættin til at vinna pening burtur úr tilfeinginum, verður ein partur førdur aftur til samfelagið. Tilfeingisrentan broytist eftir støðuni í fiskastovnunum.”
Hetta er ein rættiliga neyv lýsing av øllum spurninginum um tilfeingisrentu og tilfeingisgjøld. Serliga í mun til tann ruðuleika og tær misskiljingar, sum síðani hava valdað um hesi hugtøk. Týdningarmikið er at skilja, at tilfeingisrenta er ein vinningur út um tað vanliga.
Tilfeingisrentan er tað eykavirðið, sum eitt avmarkað náttúrutilfeingi hevur í mun til aðra vinnuliga framleiðslu, har tú skalt gjalda fyri rávøruna. Tað er altso eitt virði, sum er útyvir tað, tá kostnaðurin og ein vanligur vinningur av at fáa tað til høldar, eru drigin frá. Henda tilfeingisrentan skal sjálvandi fyrst og fremst koma inn í landskassan. Tað ivast vit til dømis ikki í, tá talan er um olju ella gass. Feløgini, ið gjøgnum alment útboð fá loyvi at vinna út olju og gass, sum vit øll eiga, gjalda størsta partin av tilfeingisrentuni til tað almenna. Og tað forðar teimum sjálvsagt ikki í at hava eitt stort yvirskot av bæði sínum íløgum, rakstri og framleiðslu.
Tú kanst ikki selja tað, tú ikki eigur
Verður tilfeingisrentan ikki í mestan mun tikin burtur úr vinnuni, til eigaran, sum er samfelagið, hevur tað sera óhepnar avleiðingar fyri samfelagið og vinnu yvirhøvur:
- Hetta skapar ójavna vinnuliga kapping millum vinnur, tí kapitalurin leitar til ta vinnugreinina, har tilfeingisrentan gevur stóran eykavinning.
- Hetta skapar stóra spekulasjón, tí sjálv rættindini og atgongdin til at fáa hendur á tilfeingisrentuni, fara at verða keypt og seld á einum privatum marknaði. Og sterk kapitaláhugamál og fíggingarstovnar mugu leggja ovurstórar upphæddir á borðið, fyri at gjalda fyri atgongd til hesa eykarentuna langt fram í tíðina.
- Hetta elvir til ovuríløgur og eyka kapitalisering av vinnutólunum, so bæði tilfeingisrentan og vanliga avkastið í veruleikanum fer til at gjalda til fíggingarstovnar og íleggjarar. Kapping verður altso ikki um at fáa mest burturúr og at dríva rasjonella vinnu, men kappingin endar í spekulasjón um tilfeingisrentuna, sum ikki skapar nakað virði í sjálvum sær.
Veruleikin er altso, at stór tilfeingisrenta er sjálvsagt í føroyskari fiskivinnu – og stór tilfeingisgjøld verða goldin. Hetta verður goldið við, at serliga útlendskur kapitalur og fíggingarstovnar leggja seg á rættindini – og skip verða keypt og seld við fiskiloyvum. Og við ymsum avtalum og lánum og rentum, verður tilfeingisrentan slúsað út úr føroyska samfelagnum. Og eftir siglir – í heimaflotanum – í stóran mun ein yvirkapitaliseraður floti, sum ikki kastar nóg mikið av sær til reiðarí og manning.
Tilfeingisrentan er stór í føroyskari fiskivinnu
Tilfeingisrentan er eyðsýnd í føroyskari fiskivinnu, sum er. Hetta er partur av fólksins ogn, sum nú fer til tey, sum upprunaliga fingu rættindi fyri einki, og til tey, sum seinni hava selt víðari. Hetta er ein privatisering, som gongur beint móti ásetingunum í §2 i lóg um vinnuligan fiskiskap, um fólksins ogn.
Norðurlanda Ráðharraráðið hevur staðið fyri tveimum kanningum av tilfeingisrentuni í Norðanlondum. Tveir bólkar av føroyskum fiskiførum vóru við í hesum kanningum. Tølini eru ikki heilt nýggj, men í 2003-2006 var tilfeingisrentan hjá føroyskum partrolarum mett til 25 % av landingarvirðinum. Og í 2007 -2008 var tilfeingisrentan í føroyska nótaflotanum mett til 38 % av landingarvirðinum.
Um tilfeingisrentan verður tikin inn í landskassan, skapar tað eina sunnari og sterkari fiskivinnu, sum yvir tíð gevur meira til reiðarí og manning. Og tað verður samstundis størri tileggjan til at seta tey neyðugu mørkini fyri veiðitrýstinum , sum er grundarlagið undir burðardyggari fiskiveiði. Tað hevði eisini skapað grundarlag fyri at minka um lønarskatt og vørugjøld í inntøkum landskassans.
Somuleiðis hevði áhugin hjá útlendskum kapitali fyri at taka yvir í fiskivinnuni í Føroyum bert verið bygdur á vanligan rakstur, og ikki á tann eykavinningin, sum tilfeingisrentan gevur. Hetta hevði forðað fyri yvirkapitalisering í fiskivinnuni og ført til ein veruleikakendan prís á fiskirættindum.
Tilfeingisrentan kann roknast út, soleiðis sum tað varð gjørt í kanningunum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Ella tað ber til at lata marknaðin staðfesta virðið á einari uppboðssølu. Um nóg nógvir keyparar eru á uppboðsøluni, og tað er greitt at tilfeingisrentan ikki kann roknast inn í vinningin, er hetta gongda leiðin. Tí tilfeingisrentan – ella eykavirðið av einum avmarkaðum tilfeingi – er sjálvsagt ymisk eftir prísum og gongdum á heimsmarknaðinum.
Landið kann altso bjóða út rættin at fiska í ávist tíðarskeið, og avkastið av hesum fer í landskassan. Ongin kann leggja seg á rættindini ella spekulera við teimum, tí tá tíðarskeiðið er liðugt, eru rættindini sjálvandi aftur hjá landinum. Tað skal sjálvandi gerast greitt, at tað eru reiðaríini sum gjalda, og at hesin kostnaður ikki verður løgd yvir á manningarnar, sum ikki hava brúksrættin.
Samanumtikið
Tað skortar ikki við tilfari, royndum og serfrøði, tá vit skulu skapa grundarlag undir einum nýggjum fiskivinnupolitikki. Har bæði vinna, manningar, samfelag, fiskastovnar og komandi ættarlið av føroyingum kunnu fáa nógv meiri burturúr okkara felags ogn og tilfeingi.
Flestu umboð fyri vinnuna geva eisini greiðar ábendingar um, at tey ynskja at taka lut í eini nýskipan, har tað er vanlig vinnulig kapping, og ikki politisk vinnustýring, ið avger møguleikarnar fyri at mennast.
Forðingarnar liggja bara í politisku skipanini og teimum vantandi politisku málunum.