Søgan um ein soldát í Føroyahúsinum

Annfinnur Heinesen og Aldubáran framføra Søguna um ein soldát eftir Igor Stravinsky leygarkvøldið kl. 20 í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Leikurin varð framførdur ymsastaðni í Føroyum í februarmánaði, og ummælini vóru góð.

Søgan snýr seg um strembanina eftir ungdómi og eydnu og um at pantseta sálina fyri mammon. Temað er klassiskt, ið eisini er kent frá Goethe: Faust, ið selir Mefisto sál sína.

Leikurin er skrivaður sum eitt ævintýr um ein soldát, ið kemur heim úr krígnum.

Tónleikurin hevur russisk eyðkenni, men Stravinsky brúkar eisini element úr jazzi, ragtime, tango, Bach-koralum, pasodoble, wienarvalsi og marsjtónleiki.

Hans Tórgarð hevur leikstjórnað. Charles-Ferdinand Ramuz skrivaði leikin, og Dánial Hoydal hevur føroyskað.

Hetta verður einasta sýning, ið Aldubáran og Annfinnur fara at hava av leikinum uttan fyri Føroyar.

Eftir framførsluna verður kafé í Føroyahúsinum.