Søgan sigur at broytingarnar kunnu verða stórar

Fyri einum ári síðani var gloppið millum tvey tey fremstu sjey stig undan seytjanda umfari, og eftir 27 umfør var nýtt topplið

Seytjanda umfar í Effo-deildini verður seinnapartin. Bólturin fer á rull í øllum fimm dystunum klokkan 15.

Víkingur er topplið við 35 sitgum, og á næstu plássunum eru KÍ og NSÍ við ávikavíst 32 og 30 stigum.

 

Fyri einum ári síðani var KÍ oddalið við 38 stigum eftir sekstan umfør, og Víkingur var næstfremst við 31 stigum. Tá ið tað eftir 27 umfør varð sett punktum fyri kappingarárið, var Víkingur meistari við 61 stigum - eitt stig frammanfyri KÍ. 

 

Í dag eiga Víkingur og NSÍ heimavøll og mugu roknast at vera favorittar ímóti ávikavíst HB og Suðringum. KÍ skal spæla við Margáir. Hóast EB/Streymur er á sjeynda plássi, meðan KÍ er á øðrum plássi, so kennist avbjóðingin vera stór hjá klaksvíkingum, sum altíð hava havt tað torført við Margáir.

 

B36 eigur heimavøll ímóti ÍF. Í árstalsfelagnum eru nógvir um boðið, og úrslitini hava lagað seg væl seinastu ferðirnar, meðan tað ikki sær so gott út í Fuglafirði.

 

Á Skála verður lyklauppgerð í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting, tá ið 07 Vestsur verður gestur hjá Skála.

 

Víkingur-HB: Lars Müller

NSÍ-TB/FCS/Royn: Kári J. á Høvdanum

Skála-07 Vestur: Alex Troleis

EB/Streymur-KÍ: Rúni Gaardbo

B36-ÍF: Dagfinn Forná

 

Støðan undan seytjanda umfari

Víkingur 35

KÍ 32

NSÍ 30

B36 26

HB 21

TB/FCS/Royn 20

EB/Streymur 18

Skála 17

07 Vestur 11

ÍF 6